Nebbafiskur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nebbafiskur, í talumáli eisini nevndur finnhvalur, er ein stórur, mjávaksin barduhvalur. Hann er nakað minni enn royður. Nebbafiskur er sera kvikur og smidligur; hann er góður svimjari og skjýtir seg lættliga upp úr sjónum. Har ætið er tættast, er nebbafiskur at finna. Tá ið hann gloypir føðina, víðkar hann hálsfoyrurnar út sum eitt stórt opið regnskjól. Nebbafiskur liggur altíð á høgru lið, tá ið hann etur.[1]
Meira kunning How to read a taxobox, Varðveitingarstøða ...
Nebbafiskur | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Nebbafiskur í Grønlandi
Stødd samanborin við miðalmenniskja | ||||||||||||||||||
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||
Lat aftur