Steven Spielberg
amerikanskur filmsleikstjóri, filmsframleiðari og filmshandrithøvundur / From Wikipedia, the free encyclopedia
Steven Allan Spielberg, føddur 18. desember 1946 í Cincinnati í Ohio, USA, er ein amerikanskur filmsleikstjóri, filmsframleiðari og filmshandrithøvundur. Spielberg fekk sítt gjøgnumbrot við filminum Jaws frá 1975, sum var ein sera væl mótikin av almenninginum. Hugtakið og lanseringin av filminum gjørdist ein fyrimynd fyri Hollywood. Filmurin gav 100 milliónir dollarar og setti nýtt met fyri mest innspældan pening.[1]
Spielberg er kendur fyri at hava leikstjórnað fleiri ymiskir filmar, eitt nú teir higartil fýra filmarnar um Indiana Jones (1981, 1984, 1989, 2008) og filmar sum E.T. the Extra-Terrestrial (1982), Jurassic Park (1993) og tey seinastu árini filmar sum War of the Worlds (2005) og The Terminal (2004). Schindler's List (1993), sum fekk seks Oscar heiðurslønir, er eisini tann filmurin sum er ein av best umtóktu filmum í heiminum, tá hyggjarar sleppa at velja. Filmurin er svart/hvítur dramafilmur, um ein mann frá veruliga lívinum, Oscar Schindler, sum bjargaði umleið 1100 pólskum jødum frá týning í Auschwitz undir Seinna heimsbardaga, við at hjálpa teimum til Svøríkis.
Spielberg hevur seks ferðir verið tilnevndur til eina Oscar-virðisløn fyri besta filmsleikstjóran. Gjøgnum tíðirnar er hann tann filmsleikstjórin, hvørs filmar geva tær hægstu inntøkurnar. Jurassic Park er tann av filmum Spielbergs sum hevur givið tær allarstørstu inntøkurna, umleið 920 milliónir dollarar, sum gevur filminum eitt 9. pláss millum størstu inntøkugevandi filmar í heiminum.