1547 - Ivan tann 4, seinni nevndur Ivan hin Ræðuligi, verður krýndur sum fyrsta zarur í Russlandi.
1992 - Eftir blóðugt borgarakríggj í El Salvador kemur friðaravtala í gildi henda dagin.
2011 Tangaskipið Jessica fer á land, nær havnini við Puerto Baquerizo Moreno, á oynni San Cristobal, hetta hendir tætt við Galapagosoyggjarnar. Nógv olja lekur út í havið.
2015 - Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november2012, er nú av. Tað vóru Steintór Rasmussen og Teitur Lassen, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
2015 - Mentanarvirðislønir Landsins, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, verða orsakað av óveðri, handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík. Tórbjørn Olsen, listamálari, fær Mentanarvirðisløn Landsins, Tey av Kamarinum fáa Heiðursgávu landsins, Mathias Kapnas, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. Oddvør Johansen, rithøvundur og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
2015 - Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, kunnger, at orðabøkur Sprotans nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. Fleiri mótmælistiltøk vóru í samband við, at føroyskir næmingar, ið áðrenn 1. januar 2015 høvdu ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans, mistu henda møgulleikan frá 1. januar 2015 og til ein loysn varð funnin í dag. Eitt nú høvdu studentaskúlanæmingar í Hoydølum og Suðuroynni trappuverkfall nakrir dagar frammanundan, og næmingar frá framhaldsdeildini í Eysturskúlanum í Havn handaðu eitt mótmælisskriv til Heðin Mortensen, borgarstjóra, sum lovaði, at ein loysn fór at vera funnin, tó ikki bara fyri næmingar í Havn men fyri allir føroyingar og eisini fyri útlendingar kring allan heimin.
1874 - Robert W. Service, bretsk-kanadiskt skald (d. 1958)
1901 - Fulgencio Batista, kubanskur forseti (d. 1973)