From Wikipedia, the free encyclopedia
Amerikanskur visundur ella Amerikanskur bisonur (amerikanskt enskt: Buffalo, frøðiheiti: Bison bison) er eitt grasetandi jóturdýr ið upprunaliga livdi í stórum flokkum á amerikansku preriunum í USA og í Kanada. Núlivandi stovnurin er lítil, men í vøkstri. Fyrr reikaðu visundar í milliónatali í ovurstórum fylgjum á grasfløtunum í t.d. Wyoming og Nebraska. Men fyri einum hundrað árum síðan høvdu niðursetumenn dripið so nógvar, at bara einir 500 vóru eftir á lívi. Nú eru einir 550.000 visundar í náttúrufriðøkjum. [1] Stór fylgi av bisonoksum ganga eisini trygt á biti í Wyoming og Montana. Í Yellowstone National Park liva bæði bisonoksar, úlvar, fjalla-leyvur, grizzly-bjarnir, elgar og nógv onnur.
Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.