BMI
From Wikipedia, the free encyclopedia
BMI stendur fyri body mass index og er eitt mát fyri, hvussu nógv fiti er í kroppinum, mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er galdandi fyri vaksin, bæði kvinnur og menn. BMI verður roknað á henda hátt: BMI = Vekt (kg) / (hædd (m) × hædd (m)) ella:
|
Dømi: tú ert 175 cm høg(ur) og vigar 60 kg: BMI = 60 / (1,75×1,75) = 19,6, sum vit runda upp til 20. Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25. Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu. Vigar ein ov nógv, økist váðin fyri sjúku, til dømis sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Neyðugt at hava eitt sindur av feitti á kroppinum. Hjá mannfólki skal 10 % til 20 % av kropsvektini helst vera feitt. Hjá konufólki er tað 18 % til 25 %. Ein av møguleikunum at finna út av, um ein er yvirvektigur, er tann sonevndi BMI-prøvin. BMI sigur nakað um lutfallið millum tína vekt og hædd. BMI-roknarin gevur tær møguleika at vita, um tú ert ov feit(ur) ella ikki. Sjálvandi eru vit menniskju ymiskt uppbygd; tískil er talan um eina vissa margin, sum títt BMI kann liggja innanfyri. Um man vigar ov nógv, kann tað hava við sær ymsar sjúkur, so sum sukursjúku, hjartasjúkur, krabbamein og ov høgt blóðtrýst.