Brentford F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Brentford Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í Brentford, sum er ein býur vestarlaga í enska høvuðsstaðnum London. Brentford hoyrir til býarpartin (Borough) Hounslow. Síðan 2014 kappaðist besta liðið í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship, men flutti upp í Premier League í 2021.[1][2]
Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...
Fult navn | Brentford Football Club | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn | The Bees | |||
Stutt navn | Brentford | |||
Stovnað | 10. oktober 1889 | |||
Vøllur | Brentford Community Stadium | |||
Ground Kapasitetur | 17.250 | |||
Ground Koordinatar | 51°29′26.97″N 0°17′19.32″W | |||
Eigari | Matthew Benham | |||
Formaður | Cliff Crown | |||
Høvuðsvenjari | Thomas Frank | |||
Deild | Premier League | |||
Championship | 1 (uppflytari) | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
| ||||
Núverandi leikár |
Lat aftur
Felagið varð sett á stovn í 1889 og varð valt inn í The Football League í 1920. Besta liðið, við kelinavninum "The Bees", spældi sínar heimadystir á Griffin Park í Brentford, men síðan august 2020 verður nýbygda Brentford Community Stadium nýtt sum heimavøllur. Venjarin hjá liðinum er danin Thomas Frank.