![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/7f/Costa_Concordia_in_2009.jpg/640px-Costa_Concordia_in_2009.jpg&w=640&q=50)
Costa Concordia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Costa Concordia var eitt ferðamannaskip á 290 metrar, ið varð bygt 2004-2006 á italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Genova til Costa Crociere-reiðaríið í Genova.[1]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/7f/Costa_Concordia_in_2009.jpg/640px-Costa_Concordia_in_2009.jpg)
Skipið varð doypt hin 7. juli 2006 í havnabýnym Civitavecchia. Tað eydnaðist ikki gummuni, ið var tann kekkiska fotomodellin Eva Herzigová, at knúsa champagnufløskuna móti skipssíðuni, ið er eitt ringt tekn hjá teimum, ið trúgva uppá slíka pátrúgv. Jómfrúferðin byrjaði hin 15. juli 2006 í Savona.
Costa Concordia sigldi á land hin 13. januar 2012 tætt við oynna Giglio, í einútnyrðing av Rom, nærindis italsku vesturstrondina. 32 av teimum 4229 fólkunum umborð lótu lív í vanlukkuni.
Skipið varð heysað upp hin 16. september 2013, og hin 23. juli 2014 kundi skipið byrja sína seinastu ferð til Genova, har ið skipið varð upphøgt. Bjargingin verður mett at hava kostað umleið 4,5 mia. kr.