![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b1/Faroe_Islands_women%2527s_national_football_team_2013.jpg/640px-Faroe_Islands_women%2527s_national_football_team_2013.jpg&w=640&q=50)
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti
From Wikipedia, the free encyclopedia
A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið var í Kanada í 2015.[1] Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007, 09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Fleiri ymiskir venjarar hava verið. Í september 2012 bleiv Jón Pauli Olsen høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari.[2] Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár.[3] Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.[4]
Eyknevni | Kvinnulandsliðið | ||
---|---|---|---|
Samband | Fótbóltssamband Føroya (FSF) | ||
Samgonga | UEFA (Evropa) | ||
Høvuðsvenjari | Lene Terp | ||
Liðskipari | Rannvá B. Andreasen | ||
Flestir dystir | Rannvá B. Andreasen (51) | ||
Toppskorari | Rannvá B. Andreasen (26) | ||
Heimastadion | Tórsvøllur | ||
FIFA kota | FRO | ||
FIFA støða |
70 ![]() | ||
Hægsta FIFA støða | 60 (Juni 2009) | ||
Lægsta FIFA støða | 88 (Juli-september 2015) | ||
| |||
Fyrsti altjóðadystur | |||
Almennur ![]() ![]() (Toftir, Føroyar; 24. september 1995) Óalmennur ![]() ![]() (Kópavogur, Ísland; 25. juni 1986) | |||
Størsti sigur | |||
Almennur ![]() ![]() (Ħamrun, Malta; 6. apríl 2015) Óalmennur ![]() ![]() (Douglas, Isle of Man; 12. juli 2001) | |||
Størsta tap | |||
![]() ![]() (Aspach, Týskland; 24. oktober 2017) |
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/b1/Faroe_Islands_women%27s_national_football_team_2013.jpg/640px-Faroe_Islands_women%27s_national_football_team_2013.jpg)