Ísland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ísland (íslendskt: Ísland) er heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður Íslands er Reykjavík, og í Íslandi búgva umleið 393.483 fólk. Av hesum búgva eini 120.000 í Reykjavík. Hægsti staður í Íslandi er tindurin Hvannadalshnúkur, sum er 2109,6 m. Ísland er oyggjarland og oyggin er 108.846 km2, harav 11.800 km2 av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra Íslands er íslendsk króna (ISK). Miðallívsævin í landinum er 80 ár.[1] Ísland hevur verið undir norskum og donskum harradømi, til landið í 1944 fekk fullveldi. Ísland var undir norskum stýri í árunum 1262 til 1380 og donskum stýri frá 1380 til 1944.
| |||
Tjóðarslagorð: Einki | |||
Tjóðsangur: Lofsöngur | |||
Alment mál | Íslendskt | ||
Høvuðsstaður | Reykjavík | ||
Forseti | Guðni Th. Jóhannesson | ||
Forsætisráðharri | Bjarni Benediktsson | ||
Fullveldi | |||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
103 125 km² 2,7% | ||
Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki |
393.483 3,1/km² | ||
Gjaldoyra | Íslendsk króna (ISK) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .is | ||
Telefonkota | +354 | ||
Norskir niðursetumenn komu til Ísland um somu tíð, sum landnámið var í Føroyum. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum (1262–1397) og seinni undir donskum valdi (1397–1944). Ísland fekk heimastýri í 1904, gjørdist fullveldi í 1918 og lýðveldi í 1944.[2]
Íslendskur tjóðardagur er 17. juni. Íslendingar hava valt føðingardag Jóns Sigurðssonar, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag.