Fámjin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin,[2] og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í Fámjins kommunu, sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt.
Fámjin | |
Famien (danskt) | |
Bygd | |
Fámjin | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Suðuroya sýsla |
Oyggj | Suðuroy |
Kommuna | Fámjins kommuna |
Íbúgvar | 88 (2015)[1] |
Postnummur | FO-870 |
Markatal | 24-00-00 mk.gl.sk. |
|
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág. 24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon læt aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd. Fámjin er ein av føroysku bygdunum, sum fyrstu ferð verður nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400.[3]