Harry Belafonte
amerikanskur sjónleikari / From Wikipedia, the free encyclopedia
Harry Belafonte (føddur sum Harold George Bellanfanti jr. hin 1. mars 1927 í Harlem, New York City, deyður 25. apríl 2023 í Manhattan, New York City) var ein jamaikansk-amerikanskur sangari, sjónleikari og stríðsmaður fyri borgararættindum.[1][2][3]
Hann er sum tónleikari serliga kendur fyri sangin "Day-O" um bananbátin (The Banana Boat Song) frá 1956. Útgávan hjá honum, "Calypso" verður hildið at vera tann fyrsta hjá einum støkum listafólki til at verða seld í meira enn í einari milliónum eintøkum.[4] Tilsamans gav hann 30 plátur og fløgur úr, umframt átta konsertupptøkur.[5]
Í 1960 fekk hann eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.[3]