Heykur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Heykar (frøðiheiti - Accipiter) líkjast falkum bæði í stødd og útsjónd, men teir hava onga »tonn« á nevinum, og veingir teirra eru kubbutari. Sløgini eru nógv. Tvey av teimum hava komið villandi til Føroyar, men sera sjáldan; tey eru lítið minni enn veiðifalkur, á liti mest dimmbrún, men steggin av øðrum slagnum er ljósgráur omaná. Heykar hava áður í tíðini somuleiðis sum veiðifalkar verið nýttir til at taka fugl við.[1]