Kirkjubøur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kirkjubøur er ein bygd í Streymoy. Umleið 76 fólk búgva í Kirkjubø. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin.
Kirkjubøur | |
Kirkebø (danskt) | |
Bygd | |
Kirkjubøur | |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Tórshavnar kommuna |
Íbúgvar | 80 (2015)[1] |
Postnummur | FO-175 |
Markatal | 39-00-00 |
|
Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005.
Kirkjubøur er ein av elstu bygdunum í landinum og í avgomlum døgym tykist hon at hava verið ein stór bygd við stórum, sløttum bø, ið gekk langt út. Men sum árini hava liðið, hevur havið máað seg longur og longur inn, brimið og streymurin hava etið petti eftir petti burtur av landinum. Tí er Kirkjubøur í dag ein lítil bygd. Men Kirkjubøur er ein hin søguríkasta bygdin í oyggjunum, og haðani hava vit m.a. søgina um Gæsu (Æsu). Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum. Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum.
Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga.