Kos (grikskt: Κως) er ein oyggj í grikska oyggjabólkinum Dodekanes, sum er partur at Suðuregearaoyggjunum, eisini nevndar Suðursporadisku Oyggjar. Oyggin er 40 km long og 8 km breið og liggur bert 4 km frá turkisku strondini við Bodrum og tí forna Kariaøkinum. Fólkatalið á oynni er 33 388. Oyggin er í dag ein kommuna, eftir at tær tríggjar kommunurnar Kos, Dikaios og Irakleides løgdu saman til eina kommunu í 2011. Høvuðsbýurin á oynni eitur Kos eins og oyggin.

Meira kunning Landafrøði, Umsiting ...
Kos
Landafrøði
Vídd287,2 km²

Umsiting
Land Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal33 388 (2011)
Íbúgvatættleiki115 /km²
Lat aftur

Asklepieion er tað kenda læknatemplið, sum Hippokrates læt byggja, tað liggur beint uttanfyri býin Kos.

Umleið 27 km sunnan fyri býin Kos við býin Antimakia liggur altjóða flogvøllurin á oynni, sum eitur Kos International Airport Hippocrates.

Søga

Thumb
Asklepeion

Í tí rómversku gudalæruni vitjaði Herkules oynna.[1] Oyggin varð bygd av kariarum. Tað forna ríkið Karia var til frá umleið 11. øld á.Kr. til umleið 6. øld á.Kr.

Eitt herlið frá Kos luttók í Troyanska krígnum.[2]

Paulus apostul legði leiðina framvið Kos og Rodos á einari av sínum ferðum.[3]

Kos varð seinni hertikin av lýðveldinum Venesia, sum síðan seldi oynna til Johannitarordanina (Ordanin av Sankta Jóhannes á Rodos, seinni kent sum Maltesarordanin) í 1315. 200 ár seinni stóð Maltesaraordanin yvirfyri eini hóttan av einari muslimskari innvasjón, og noyddist at lata oynna upp í hendurnar á tí Osmanniska Ríkinum í 1523. Osmanarnir (turkarnir) høvdu ræði á Kos í 400 ár, til oyggin kom undir italsk yvirvald í 1912.

Undir seinna heimsbardaga bleiv oyggin hersett av aksemaktunum og var hersett av italskum hermonnum til Italia yvirgav seg í 1943. Britisk og týsk herlið stríddust um oynna í Stríðnum um Kos, har Nazi-Týskland siðraði. Týsk herlið hersettu oynna til kríggið endaði í 1945, tá gjørdist Kos eitt protektorat undir Stórabretlandi og varð síðan handað Grikkalandi í 1947.

Kend fólk úr Kos

Mynd:Hippocrates' statue 2.jpg
Standmynd í Kos av Hippokrates
  • Hippocrates (5. øld á.Kr.), "faðir at læknavísindini".
  • Apelles (4. øld á.Kr.), málari.
  • Michael Kefalianos, prof. bodybuildari.
  • Marika Papagika, songkvinna tíðliga í 20. øld.
  • Al Campanis, (20. øld) baseball-leikari.
  • Stergos Marinos, altjóða fótbóltsleikari, sum spælir við Panathinaikos.

Keldur

Slóðir úteftir

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.