Michigan
From Wikipedia, the free encyclopedia
Michigan (enskt: State of Michigan) er ein lutstatur í Samveldisríkinum Amerika við umleið 9,8 mió. íbúgvum. Lansing er høvuðsstaðurin og Detroit er størsti býurin. Í 1837 bleiv Michigan lutstatur í USA. Ovara Hálvoyggj (á enskum Upper Peninsula ella UP) hevur mark við Wisconsin og Niðara Hálvoyggj (á enskum Lower Peninsula) hevur mark við Indiana og Ohio.
Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt (de facto) |
Høvuðsstaður: | Lansing |
Størsti býur: | Detroit |
Innlimað: | 26. januar 1837 |
Guvernørur: | Gretchen Whitmer (D) |
Vídd: | 253 793 km² |
Íbúgvar (2011): | 9 883 640 |
fyri km²: | 67,55/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5/-4 |
Heimasíða: | www.michigan.gov |
Lat aftur
Arbeiðsloysið í Michigan er 11,7 % (januar 2011), og tískil væl størri enn miðal fyri alt landið, ið er 8,9 %. Í Michigan eru størstu bilverksmiðjur í heiminum: Ford og General Motors. Av Ford-smiðjunum lata teir 15 500 nýggjar bilar um dagin.