Lansing
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lansing er høvuðsstaður í stakríkinum Michigan í USA. Í 2010 var fólkatalið í býnum 114.297, tað ger býin til sættstørsta býin í Michigan. Um forstaðir vera taldir við er fólkatalið í Lansing stórbýarøki 464.036. Í tí kombineraða hagtalsøkinum hjá Michigan (Combined Statistical Area), har Shiawassee County verður talt við, var fólkatalið 534.684 í 2010. Lansing er tann einasti býurin av teimum 47 høvuðsstaðunum sum liggja í landslutum (counties), ið ikki hevur sæti hjá county-umsitingini.