Mykonos
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mykonos (Grikskt mál: Μύκονος / Mykonos) er ein oyggj í Grikkalandi. Mykonos liggur í oyggjabólkinum Kykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) millum oyggjarnar Tinos, Syros, Paros og Naxos. Í 2001 búðu 9,320 á oynni. Um summarið fleirfaldast talið av íbúgvum tó, tá nógv fólk koma frá fastlandinum og frá øðrum londum at arbeiða har hjá ymiskum ferðavinnuveitarum. Oyggin hevur eina vídd á 85,5 km2 og er 341 metrar høg á hægsta punkti. Um vit samanbera við eina føroyska oyggj á nøkulunda somu stødd, so er Borðoy 95 km2 og hægsta fjallið á Borðoy er 772 metrar høgt. Mykonos er ein ferðavinnuoyggj.[1][2][3][4] Har koma umleið 750.000 ferðafólk hvørt summar. Har eru góðar stendur og í Mykonos býi eru nógvar barrir, matstovur, kaffistovur og handlar. Niðri í havnini eru kaffistovur. Nógv ferðamannaskip koma til Mykonos, tey leggja sum oftast ikki at sjálvari oynni, men liggja ankraði upp uttanfyri sjálva havnina. Grikkar sjálvir ferðast eisini til oynna, serliga fólk úr høvuðsstaðnum. Hildið verður, at náttarlívið og stendurnar á Mykonos eru millum tær kendastu í Evropa.[5][6][7][8]