Nigeria
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nigeria, alment navn: Federal Republic of Nigeria[1] (Sambandstjóðveldið Nigeria) er stórt land í Vesturafrika. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Guinea-flógvan. Høvuðsstaðurin er Abuja, og landið hevur umleið 174 millionir íbúgvar og er tað fólkaríkasta í Afrika og sjeyndfólkaríkasta landi í heiminum. Nigeria hevur fyrr verið bretskt hjáland og gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1960, men sjey ár seinni var borgarakríggj í landinum, ið vardi í tvey ár. Síðan tá hevur tað skift ímillum demokratiskt valdar stjórnir og hernaðarstýri. Í 2011 var forsetaval, ið var undir eftirliti og var rímuliga frítt og rættvíst.
| |||
Tjóðarslagorð: "Unity and Faith, Peace and Progress" | |||
Tjóðsangur: "Arise, O Compatriots" | |||
Alment mál | Enskt Høvuðsmál: Hausa, Igbo, Yoruba | ||
Høvuðsstaður | Abuja | ||
Forseti | Muhammadu Buhari | ||
Varaforseti | Yemi Osinbajo | ||
Fullveldi | 1. oktober 1960 (frá Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
923 768 km² 1,4 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
174 507 539 164,8/km² | ||
Gjaldoyra | Naira (NGN) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ng | ||
Telefonkota | +234 | ||
Umframt almenna málið enskt duga nógvir nigerianar igbo, hausa og joruba. Í Nigeria búgva fleiri enn 500 fólkasløg og ættarbólkar. Nærum helmingurin av fólkunum eru kristin, 48,2 %, og hin helmingurin er muslimar, 50,4 %, tey flestu sunnimuslimar. Tey kristnu búgva í stóran mun í syðra partinum og í Miðnigeria, meðan muslimar búgva í stóran mun í norðara partinum og í útsynningspartinum av landinum. Umleið 1,4 % hoyra til aðrir átrúnaðir. Fleiri lutstatir har norðuri í landinum hava sett Sharia-lógina í gildi. Muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur framt yvirgangsatsóknir í Nigeria.
Í 2014 gjørdist búskapurin í Nigeria (BTÚ) tann størsti í Afrika, við einum virði á yvir $500 milliardir, og yvirhálaði harvið Suðurafrika ið at gerast heimsins 21. størsti búskapur. Oljuídnaðurin í landinum er við til at skapa búskaparliga vøksturin. Tvær føroyskar fyritøkur, Høvdavirkið í Leirvík, og Faroes Apama í Vági, útflyta turkaði fiskahøvd til Nigeria.
Væntaði livialdurin í Nigeria er bert 52 ár. Gott helmingurin av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn og hóskaði heilsufrøðilig viðurskifti. Pinkubarnadeyðiligleikin er høgur, 97,1 pinkubørn fyri hvørji 1000 livandifødd doyggja. Støðan viðvíkjandi HIV/AIDS er ikki eins ring sum í fleiri øðrum afrikonskum londum, í 2003 vóru 5,6 % av teimum 20-29 ára gomlu HIV-smittað.