Norðurlond
From Wikipedia, the free encyclopedia
Norðurlond eru norðasti parturin av Evropa. Tey eru eystanífrá Finnland, Áland, Svøríki, Danmark, Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland. 3 av hesum londum hoyra tó til onnur lond, tó við ávísum heimastýri. Soleiðis hoyrir Áland til Finnland, og Føroyar og Grønland hoyra til Danmark. Svalbarð, Bjarnoyggin og Jan Mayen eru norskar oyggjar uttan sjálvstyri. Noreg, Danmark og Svøríki eru kongsdømi. Ísland og Finnland eru tjóðveldi.
Tilsamans fevna Norðurlond um heilar 3,5 milliónir ferkilometrar. Og Grønland er nógv meira enn helvtin av hesum økinum - 60 prosent av samlaða norðurlendska økinum. Samanlagt liva fleiri enn 27 milliónir fólk í Norðurlondum. Í Norðurlondum tosa vit meira enn sjey ymisk mál. Tey eru føroyskt, norskt, danskt, svenskt, íslendskt, finskt, grønlendskt og fleiri ymisk sámisk mál.
Gustav Vasa, ið var krýndur kongur Svøríkis og Finnlands í 1523 tók Svøríki og Finnland úr Kalmar Uniónini, har hini londini vóru Danmark og Noreg. Í 1809 misti Svøríki Finnland til Russland, men í 1814 var ríkjafelagsskapurin millum Svøríki og Noreg stovnaður aftaná friðartingingarnar í Kiel. Føroyar, Ísland og Grønland fylgdu tó ikki við Noregi yvir í tann ríkjafelagsskapin. Noreg tók seg úr ríkjafelagsskapinum við Svøríki í 1905. Eftir 1523 var mangan kríggj og samanbrestir millum Danmark-Noreg og Svøríki-Finnland, og stórur fíggindaskapur var millum londini. Danmark-Noreg mistu eisini stór landaøki til Svøríki, og tað tók fast tá. Hesi landaøki eru í dag ein inngrógvin partur av Svøríki. Síðani 1814 hevur friður valdað millum Norðurlond.
Meginparturin av fólkinum í hesum londum býr í býum við strendurnar ella við tey stóru vøtnini. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Allir norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru við sjógvin.