Richard Nixon
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Richard M. Nixon (føddur 9. januar 1913 í Yorba Linda, Kalifornia – 22. apríl 1994 í New York City), var amerikanskur politikari og 37. forseti USA frá 1969 – 1974. Hann er tann einasti amerikanski forsetin sum hevur valt at leggja frá sær. Hann legði frá sær tá tað gjørdist greitt at Kongressin ætlaði at reisa ríkisrættarsak moti honum fyri politisku Watergate-gøluna.
Gongdin til ríkisrættarmálið móti Richard Nixon byrjaði í oktober 1973 í Umboðsmannatinginum, har Umboðsmannatingið bleiv samt um at seta fram uppskot við trimum ákærum móti Nixon. Hetta vóru ákærur, sum komu av Watergate-gøluni, har harkalið frá Republikanaranum høvdu brotið inn í Watergate kontórbygningin í District of Columbia, har Demokratarnir høvdu høvuðssæti. Innbrotið í Watergate-kontórbygningin í Washington fór fram 17. juni 1972, men ikki fyrr enn í oktober 1973 var málið komið so tætt at forsetanum, at Umboðsmannatingið byrjaði at kanna eitt møguligt ríkisrættarmál ímóti Nixon.
Hóast Republikanararnir høvdu meirilutan í Umboðsmannatinginum, so var stemningurin vendur so nógv ímóti Nixon, at har fór allarhelst at vera meiriluti fyri ákærunum ímóti honum. Tískil valdi hann tann 9. august 1974 at siga seg úr forsetaembætinum, og harvið endaði ríkisrættarmálið móti honum, áðrenn tað var byrjað.[1] Eftir at Richard Nixon hevði lagt frá sær, var tað varaforseti hansara Gerald Ford, ið tók við sum forseti. Og bert góðan mánað eftir, at Gerald Ford var fluttur inn í Hvítu Húsini, valdi hann at náða Nixon í Watergate-ákærunum ímóti honum.[2]
Remove ads
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads