Skarvanes
From Wikipedia, the free encyclopedia
Skarvanes er ein bygd i Húsavíkar kommuna á Sandoy vestan fyri Dalur. Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum bestu kornpláss í landinum, og hagin rættiliga góður, so livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er. Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta fólkið á Skarvanesi, men seinni eru fólk aftur flutt til bygdina. Í 2013 vóru 11 fastbúgvandi sambært Hagstovuni, og í Djúpadali 2 km norðanfyri býr eitt húski. Húsini í bygdini, verða mest nýtt sum summarhús.