Superliga
From Wikipedia, the free encyclopedia
Superligan í Danmark (danskt: Superligaen) er tann besta fótbóltsdeildin í donsku fótbóltskappingin (Danmarksturneringen). Tað liðið, sum vinnur í deildini, verður kosið Danmarksmeistari. Ligan varð upprættað í 1991 og kom í staðin fyri 1. deild (1. division). Tey fyrstu árini varð kappingin avgjørd við einum endaspæli, men síðan 1995-96 hevur ligan havt sín verandi form við 12 feløgum, sum spæla tríggjar dystir móti hvørjum liði, soleiðis at tað í alt verða spæld 33 umfør. Orsakað av sponsorpeningi hevur ligan havt ymisk nøvn, eitt nú: Coca-Cola Ligaen (1995-96), Faxe Kondi Ligaen (1996-2001) og SAS Ligaen (2001-2010), og síðan 2010-11-sesongina hevur ligan aftur verið nevnd SuperLiga. Fleiri føroyingar hava spælt í donsku Superliguni, í 2016 spæla Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson í Superliguni. Í 2013 spældu føroysku landsliðsleikararnir: Christian Holst, Hallur Hansson og Gunnar Nielsen í Superliguni. Todi Jónsson liggur sum nummar fýra á topp-20 listanum yvir leikarar við øðrum tjóðskapi enn donskum, ið hava spælt við Superliguni, við 343 dystum fyri FC København og Lyngby, meðan Christian Holst er nummar 17 við 147 dystum fyri Lyngby og Silkeborg og Jákup Mikkelsen liggur sum nummar 23. plássi við 136 dystum fyri Herfølge Boldklub.
Land | Danmark |
---|---|
Konfederatión | UEFA |
Stovnað | 1991 |
Fyrsta sesong | 1991 |
Tal av liðum | 12 |
Stig á pyramidu | 1 |
Niðurflyting til | 1. deild (Danmark) |
Steypakap. heima | Danska steypakappingin |
Altjóða steyp |
UEFA Champions League, UEFA Europa League |
Núverandi meistarar |
F.C. København (14 titlar) (2021–22) |
Flest meistaraheiti | F.C. København (14 titlar) |
Sjónvarps samstarvspartnar |
Viasat (TV3+, TV3 Sport 1) C-More (Canal 8 Sport, Canal 9) Aðrar (sí brotið) |
Heimasíða |
Superliga.dk dbu.dk |
Danska Superligan 2022-23 |