Svínáir
From Wikipedia, the free encyclopedia
Svínáir er sunnasta bygdin í Eiðis kommunu, og liggur út ímóti Sundunum, yvirav Langasandi og fyrrverandi hvalastøðini á Gjánoyri. Bygdin er frá síðst í 1820'unum, tey fyrstu fólkini vóru úr Kvívík og av Eiði (1840[2]), og [3]var grundløgd sum niðursetubygd. Syðri parturin er tann gamli parturin av bygdini, meðan tann á Svínánesi er tann nýggi, frá síðst í 1980'unum. Markið suðureftir móti Norðskála gongur við Markná. Sunnanfyri bygdina heldur Sunda Byrsufelag til. Fólkatalið er, sambært Hagstovu Føroya, 44 í november 2021.[1] Uppi yvir Svínáum liggja fjøllini "Svartbakstindur" 803 m, "Skerðingur" 691 m og "Miðalfelli" 654 m.