Tórshavnar kommuna
kommuna í Føroyum / From Wikipedia, the free encyclopedia
Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í Føroyum. Tórshavnar Kommuna hevur umleið 22 519 íbúgvar (2021). Kommunan fevnir um Tórshavn, Hoyvík, Argir, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kollafjørð, Kirkjubø, Velbastað, Norðradal, Sund, Syðradal, Oyrareingir, Signabø, Hest, Koltur og Nólsoy.
Skjót fakta
Borgarstjóri | Heðin Mortensen |
Vídd | 172,9 km2 |
Fólkatættleiki | 112/km² |
Heimasíða | Torshavn.fo |
Lat aftur
Umleið 650 bátapláss eru í kommununi. Flestu teirra eru í Havn og á Argjum, tilsamans 520 pláss. Í Kollafirði og Signabø eru 74 pláss, í Nólsoy 25, og í Kaldbak og Hesti eru eini 15-20 í hvørjum stað.
Fólkatalið í Tórshavnar kommunu hevur støðugt verið veksandi seinastu árini. Í november 2015 búðu 22 519 fólk í høvuðsstaðarkommununi.