Tennesseeá
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tennesseeá (enskt: Tennessee River) er ein á í eystara parti í USA.
Áin er um leið 1049 km long. Hon rennur gjøgnum stakríkini Tennessee, Alabama, Mississippi og Kentucky.
Tennesseeá byrjar í Knoxville í eystara parti av lutstatinum Tennessee, har tvær áir (Holston River og French Broad River) renna saman í eitt. Í vestara parti í Kentucky, nærindis býnum Paducah, rennur áin út í Ohioánna. Tennesseeá er tann longsta tvørá av Ohioánni.[1][2]