Łukasz Cieślewicz
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Łukasz Cieślewicz (føddur 15. november 1987 í Gniezno í Póllandi) er ein fótbóltsleikari, áleypsleikari, sum síðan 2011 hevur spælt við B36 í Effodeildini.[1] Hann hevur áður spælt við donsku fótbóltsfeløgunum Hvidovre (1. deild) og Brøndby, hann fekk tó ikki møguleikan at spæla við bestu donsku deildini, Superligaini. Sum barn búði Łukasz í Føroyum, í Vági, tí pápi hansara Robert Cieślewicz spældi við VB, pápin spældi eisini við VB, tá felagið vann sítt fyrsta og einasta føroyameistaraheiti í 2000. Łukasz spældi tey árini fótbólt við VB, og í 2002 vann hann meistaraheitið við dreingjaliðnum hjá VB.[2]
Remove ads
Fótbóltslívsleiðin
- 2011- B36 (føroyameistari 2011, 2014 og 2015 við B36)
- 2008-2011 Hvidovre
- 2006-2008 Brøndby
Ársins leikari í Føroyum 2011 og 2015
Łukasz varð valdur til ársins fótbóltspælara í bestu føroysku fótbóltsdeildini í Føroyum í 2011 (Vodafonedeildini) og 2015 (Effodeildini).[3] Í 2011 var fyrsta árið, at hann spældi vaksnamannafótbólt í Føroyum. Hann spældi við B36, og teir vunnu føroyameistaraheitið (FM). Łukasz skoraði 17 mál fyri B36 í FM kappingini og gjørdist nummar trý á toppskoraralistanum. Finnur Justinussen úr Víkingi vann gylta skógvin við 21 málum og Klæmint Olsen var nummar tvey við 18 málum.[4]
Remove ads
Heiður
- Effodeildin: 3
- Løgmanssteypið: 1
- 2018.
Keldur
Slóðir úteftir
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads