Bóltfelagið 1936

føroyskt fótbóltsfelag From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Bóltfelagið 1936 ella B36 er eitt fótbóltsfelag í Havn, sum varð stovnað 28. mars 1936. Síðan 2018 hevur felagið verið tað størsta fótbóltsfelagið í Føroyum, verður roknað eftir limum.

Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...

B36 bleiv stovnað leygardagin tann 28. mars 1938 í kjallaranum hjá handlinum hjá Hansinu Johannesen, sum var har Reyði Krossur heldur til í dag. Onkur við tilknýti millum stovnararnar hjá B36 arbeiddi í handlinum hjá Hansinu og hevði fingið hølini til vega til stovnandi fundin. Nógvir av stovnarunum vóru arbeiðarar, sum komu vásaklæddir beint frá arbeiði til tann stovnandi aðalfundin. Tá var leygardagur gerandisdagur og vanligur arbeiðsdagur.[1]

Stigtakarin til nýggja felagið var Niels Ejdesgaard. Hann var ættaður úr Oyndafirði, útlærdur prentari, men virkaði fyri tað mesta sum handilsmaður og íverkseti. Niels var ein maður við nógvum jørnum í eldinum, og hann skipaði m.a. fyri skjótikappingum. Í tí sambandi hevði hann eisini eina fótbóltsdeild (Skytteforeningens Boldklub). Nøkur ár frammanundan høvdu nakrir unglingar stovnað eitt fótbóltsfelag, sum kallaðist Fram. Fleiri persónar gingu aftur í báðum feløgum, og tí skeyt Niels upp at leggja feløgini saman, og stovna eitt nýtt fótbóltsfelag. Nakrir av stovnarunum høvdu verið aktivir í HB. Teir sluppu at venja við, men dystir sluppu teir ikki at spæla. Tí var tað ein løtt avgerð at taka seg burturúr, og vera við til at stovna eitt nýtt felag. Niels plagdi at taka til, at felagið byrjaði í 1935, tí onkrir dystir vórðu spældir tá. Men formliga stovnsetingin var ikki fyrr enn í 1936, og felagið hevur ongantíð havt nakað annað navn enn B36. Sum vera man vóru øll ikki líka fegin um, at nakrir arbeiðarar vóru so framligir, at teir bjóðaðu HB av. Tí sást av og á okkurt prik í bløðunum til tað nýggja felagið, men B36’arar hildu seg ikki aftur við at svara hesum.[2]

B36 vann sítt fyrsta meistaraheiti í 1946, tá felagið fylti 10 ár, og endurtók hetta í 1948 og 1950. HB vann ikki teirra fyrsta meistaraheiti fyrr enn í 1955, og hesi árini beint eftir kríggið var B36 greitt tað sterkasta liðið í Havnini. Tað sást m.a. aftur tá B36 í 1945 vann 10-0 í landskappingardysti móti HB.[3]

Í 1962 vann B36 sítt fimta meistaraheiti, og so kom ein turkur á heili 35 ár. Hetta tíðarskeiðið gjørdist HB tað bæði størsta og sterkasta felagið í Havnini, meðan B36 altsamt viknaði. Í 1986 komu Kjartan Mohr og Kristjan á Neystabø í leiðsluna í felagnum, sum ávíkavist kassameistari og formaður. Teir settu sær fyri at endurbyggja felagið, og í 1997, gjørdist B36 aftur føroyameistarar. Síðan tá hevur felagið verið partur av toppinum í føroyskum fótbólti, og vunnið 5 FM afturat (2001, 2005, 2011, 2014, 2015). Steypakappingin bleiv seinast vunnin í 2021.

Remove ads

Fótbóltshópur

Thumb
B36 í dysti móti FC Suðuroy, Vodafonedeildin 2010.
Dagført hin 20. februar 2025

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Meira kunning Nr., Pláss ...
Remove ads

Heiður

Luttøka í UEFA kappingum

Meira kunning Kapping, Dystir ...

Dystir

Meira kunning Sesong, Kapping ...
Viðmerkingar
  • KR: Innleiðandi umfar
  • 1K: Fyrsta innleiðandi umfar
  • 2K: Annað innleiðandi umfar
  • 3K: Triðja innleiðandi umfar
Remove ads

Venjarar

  • Danmark Bengt Anemann (1965)
  • Føroyar Jørleif Kúrberg (1966)
  • Eysturríki Walter Pfeiffer (1967)
  • Føroyar Gunnleif Mouritsen (1968)
  • Danmark Per From Egebjerg (1970)
  • Ísland Eggert Jóhannesson (1974-75)
  • Føroyar Árni Rein (1976-77)
  • Føroyar Jacob Thomsen (1978)
  • Føroyar Sólbjørn Mortensen (1979)
  • Skotland Stan Mills (1980)
  • Føroyar Jørleif Kúrberg (1980)
  • Føroyar Jógvan Nordbúð (1981-82)
  • Føroyar Jóhan Nielsen (1983-86)
  • Føroyar Jógvan Nordbúð (1987-89)
  • Føroyar Petur Simonsen (1990–92)
  • Pólland Jacek Burkhardt (1993–94)
  • Ísland Páll Guðlaugsson (1994)
  • Føroyar Petur Simonsen (1995)
  • Føroyar Jógvan Nordbúð (1996)
  • Serbia Tomislav Sivić (1997–99)
  • Sweden Per Olov Andersson (2000)
  • Pólland Piotr Krakowski (2000–02)
  • Rumenia Ion Geolgău (2002–03)
  • Føroyar Jóannes Jakobsen (2004)
  • Føroyar Sigfríður Clementsen (2005–06)
  • Føroyar Kurt Mørkøre (2007)
  • Føroyar Heðin Askham (2008)
  • Føroyar Mikkjal Thomassen (2009)
  • Serbia Milan Cimburović (2009)
  • Føroyar Sigfríður Clementsen (2009–10)
  • Føroyar Allan Mørkøre (2010)
  • Føroyar John Petersen (2011)
  • Føroyar Mikkjal Thomassen (2011–13)
  • Føroyar Sámal Erik Hentze (2014)
  • Føroyar Eyðun Klakstein (2015–16)
  • Føroyar Jákup á Borg (2017–20)
  • Føroyar Dan Brimsvík (2020–2024)
  • Noreg Magne Hoseth (2024)
  • Føroyar Jákup Martin Joensen (2024-)
Remove ads

Nakrir fyrrverandi B36 leikarar

Keldur

Slóðir úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads