3. juli - Back to the furture verður frumsýndur í amerikanskum filmhúsum, og verður hægst tjenandi filmur í 1985.
13. juli - Live Aid konsertir runt um í heiminum, savna heilar 50 milliónir pund. Peningurin verður nýttur til at berjast í mótir hungursneyð í Etiopia.
28. august - Heimsins fyrsta roykibann kemur í gildi, tá ein matstova í Colorado, USA, bannar royking innandura.
1. september - Vrakið av skipinum Titanic verður funnið á botninum á Atlantshavinum. Fleiri høvdu leitað eftir vrakinum uttan eydnu, síðani skipið sakk í 1912.
13. september - Super Mario Bros. verður útgivið á spælistøðina Nintendo Entertainment System (NES).
19. september - Ein stórur jarðskjálvti rakar Meksiko, og hevur við sær at 10.000 lata lív, 30.000 verða meiðslaði, og 95.000 verða heimleys.
Spælistøðin Nintendo Entertainment System (NES).20. november - Microsoft útgevur fyrstu útgávu av Windows, og kallar hana Windows 1.0.
Ókendar dagsetningar
Leirvíkartunnilin verður latin upp.
Tommi Hilfiger merkið verður stovnað.
DNA verður, fyri fyrstu ferð, nýtt til at loysa brotsmál.