Argja Bóltfelag

føroyskt fótbóltsfelag From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Argja Bóltfelag (stytt AB) er eitt føroyskt fótbóltsfelag, sum varð stovnað 15. august 1973.

Meira kunning Navn, Kelinavn ...
Remove ads

Søga

Tað var danin Johnny Nyby saman við øðrum ítróttaráhugaðum á Argjum, sum breyt slóð fyri AB.

Á vári 1974 fekk AB sína fyrstu nevnd. Í henni sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortenen og Jens Hansen. Sama árið luttók felagið í teimum regluligu kappingunum.

Vánaligar venjingarumstøður vóru at byrja við - bert ein trongligur skúlagarður. Seinni fekst eitt stykki niðan fyri skúlan at íðka á, sum var 20 x 40 fermetrar til støddar.

Eingin vøllur var á Argjum tá, men við vælvild frá fótbóltsfeløgunum í Havn og Tórshavnar Býráð, kundi AB læna vøllin í Gundadali at venja og leika dyst á, og soleiðis var gjørligt at halda lív í felagnum.

Thumb
Fótbóltsvøllurin á Argjum eftir at nýtt graslíki var lagt á í 2010. Dysturin var seinasta leikumfarð í Vodafonedeildini millum AB og FC Suðuroy, bæði liðini ryktu niður í 1. deild.
Thumb
AB hevur eisini havt eitt lið í bestu kvinnudeildini. Her spæla tær móti FC Suðuroy í 2012, tær vunnu dystin 5-0.Í 2020 hevur AB lið í 1. deild hjá kvinnum.

Í 1983 varð fótbóltsvøllur gjørdur á Argjum. Hetta betraði munandi um umstøðurna hjá felagnumr. Í 1985 bleiv AB húsið bygt. Hetta varð gjørt tí innrættað hølistrupuleikar vóru í skúlanum. Ovara hæddin í húsinum varð gjørt til tvær skúlastovur. AB húsast soleiðis í neðra í húsinum. Nú í nøkur ár hevur frítíðarskúlin húsast í ovaru hæddini.

Í 1998 varð graslíkið lagt á vøllin, og felagið fekk somu umstøður sum flest øll feløg í landinum.

Í 2010 varð aftur nýtt graslíki lagt á fótbóltsvøllin á Argjum og harumframt var eitt áskoðaraskýli bygt. Bæði graslíkisvøllurin og nýggja áskoðaraskýlið vóru tikin í nýtslu á Ólavsøku.[1]

Remove ads

Keldur

Ávisingar úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads