Bali
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Bali ([á indonesiskum: Pulau Bali, Provinsi Bali) er ein oyggj og landslutur í Indonesia. Í landslutinum eru oyggin Bali og nakrar aðrar smærri grannaoyggjar, har tær kendastu eru Nusa Penida, Nusa Lembongan og Nusa Ceningan. Bali liggur longst móti vestri av oyggjabólkinum Lesser Sunda Islands, millum Java har vesturi og Lombok har eysturi. Høvuðsstaðurin, Denpasar, liggur í syðra parti av oynni.
Fólkatalið var 3.890.757 í fólkateljingini í 2010,[5] og 4.225.000 pr. januar 2014,[6] á oynni býr størstiparturin av hinduistiska minnilutanum í Indonesia. Sambært fólkateljingini 2010 vóru 83,5% av íbúgvunum á Bali balinesiskir hinduar,[3] harnæst vóru 13,4% muslimar, 2,5% vóru kristin og 0,5% buddhistar.[7]
Bali er eitt vælumtókt ferðamál, og ferðavinnan er økt síðan 1980-árini.[8] Oyggin er kend fyri framkomna list, eitt nú bæði siðbundnan og nútíðar dans, skurðmyndalist, málningalist, leður og tónleik. Indonesian International Film Festival verður hildin hvørt ár á Bali. Í mars 2017 nevndi TripAdvisor oynna sum heimsins høvuðsferðavinnumál í teirra Traveler's choice award.[9]
Bali er partur av Coral Triangle, ið er øki við tí hægsta lívfjølbroytni í havumhvørvinum.[10] Bara í hesum økinum eru yvir 500 sløg av koralldýrum. Til samanberingar er hetta meira enn sjey ferðir so nógv sum í øllum Vesturindisku oyggjunum.[11]
Bali var vertur fyri ASEAN Summit 2011, APEC 2013 og Miss World 2013. Bali er heimstaður fyri Subak Irrigation System, ið er ein UNESCO heimsarvur.[12]
Remove ads
Søga
Fornøld
Bali varð bygt umleið 2000 f.Kr. av avstranesiskum fólkum, ið fluttu til oynna. Tey komu siglandi úr Suðureysturasia og Osiania.[13][14] Mentanarliga og málsliga eru balinesar í nærmastu ætt við fólk í indonesiska havinum, Malaisia, Filipsoyggjum og Osiania.[14] Verktoy av steini frá hesi tíðini eru funnin nærindis bygdini Cekik har vesturi á oynni.[15][16]
Veðurlag
Bali liggur bert 8 gradir sunnanfyri miðkringin og hevur tí eitt javnt verðurlag alt árið. Miðalhitin liggur um 30°C við luftvætu á umleið 85%.[17]
Lægsti hiti um dagin liggu millum 20–33°C, men hitin minkar munandi uppi í hæddunum.
Regntíðin er frá umleið oktober til apríl, og tá kann tað regna sera nógv, serliga frá desember til mars. Á páskum og á jólum er veðrið sera skiftandi og ringt at spáa um.[18]
Tá ið tað ikki er regntíð kann luftvætan vera lutfalsliga lág og tað er ósannlíkt at tað regnar har ið láglendi er.
Remove ads
Ítróttur
Bali er eitt týðandi stað fyri surfarar, har eru vælumtókt støð fyri surfarar á suðursíðuni av oynni og á strondunum á oynni Nusa Lembongan.[19]
Bali var vertur fyri Asian Beach Games 2008.[20]
Bali er heimstaður hjá fótbóltsfelagnum Bali United, ið spælir í Liga 1.
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads
