Colorado Springs
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Colorado Springs er ein stórbýur í amerikanska stakríkinum Colorado.

Býurin varð settur á stovn í 1871 og hevði í 2018 meiri enn 472.000 íbúgvar. Harvið er hann næststørsti býur í stakríkinum, næst eftir Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado.[1][2]
Colorado Springs liggur næstan 100 kilometrar sunnanfyri Denver, millum Suðurklettafjøll í vestri og Stóru Grasfløturnar í eystri. Áin Fountain Creek rennur ígjøgnum býin. Væl kendi fjallatindur Pikes Peak, ið er 4.302 metrar høgur, tekur seg upp tætt við býin.
Remove ads
Myndir
- Útsýni frá býinum móti Pikes Peak.
- Fjallatindur Pikes Peak, 4.302 metrar høgur.
- Útsýni frá toppinum oman yvir býin.
- Miðbýurin í Colorado Springs.
Ávísingar úteftir
- Heimasíða: coloradosprings.gov
- Colorado Springs, wikivoyage (á enskum)
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads

