Gruffydd ap Llywelyn

From Wikipedia, the free encyclopedia

Gruffydd ap Llywelyn
Remove ads

Gruffydd ap Llywelyn (norðurwalisiskt: Gruffudd ap Llywelyn; føddur um 1010 í Gwynedd, deyður 5. august 1063 í Snowdonia) var kongur í teimum báðum walisisku ríkjunum Gwynedd og Powys frá 1039 til deyða sín. Í móti endanum av sínum lívi hevði hann umsíður tikið sær vald yvir øllum Wales í 1057. Í tíðarskeiðinum har Wales var eitt sjálvstøðugt ríki, var hann tann einasti ið ráddi yvir walisiska landinum sum heild.[1]

Thumb
Wales, sum upprunaliga var býtt upp í fleiri kongsríki, varð fyrst samlaður í eitt kongsríki av Gruffydd ap Llywelyn.
Remove ads

Familjan

Gruffydd ap Llywelyn var elsti sonurin hjá Llywelyn ap Seisyll, sum hevði verið kongur í Gwynedd frá 1018 til 1023, og konu hansara Angharad ferch Maredudd.

Hywel Dda (Hywel hin góði; um 880-948), ið ráddi yvir næstan øllum landinum í Wales, var oldurabbi Gruffydd ap Llywelyn.[1]

Gruffydd ap Llywelyn giftist við Ealdgyth av Mercia um 1057. Tey fingu tveir synir, Maredudd ap Gruffydd og Idwal ap Gruffydd, og eina dóttur, Nest ferch Gruffydd. Tá Gruffydd ap Llywelyn doyði í 1063, giftist Ealdgyth uppaftur við enska konginum Haraldi II.

Remove ads

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldutilfar

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads