Hartford
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Hartford er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Connecticut.
Høvuðsstaðurin liggur næstan mitt í stakríkinum og samstundis miðskeiðis millum býirnar New York (í ein útsynning) og Boston (í ein landnyðing). Hartford hevði í 2018 meiri enn 122.500 íbúgvar.[1]
Býurin varð grundlagdur undir navninum Newtown í 1635-1636; men longu árið eftir, í 1637, fekk býurin nýtt navn og varð hann uppkallaður eftir Hertford í Hertfordshire í Onglandi.
Áin Connecticut River rennur tætt framvið býnum.
Remove ads
Myndir
- Tinghúsini hjá stakríkinum Connecticut
- Húsini hjá Harriet Beecher Stowe.
- Húsini hjá Mark Twain.
- Kirkjan hjá Trinity College
- Miðbýurin úr erva.
- Miðbýurin og Connecticut-áin.
- Í miðbýnum
- Gøta í miðbýnum
- Brúgv yvir um Connecticut-ánna.
Kend fólk
- Harriet Beecher Stowe, rithøvundur (1811-1896)
- Mark Twain, rithøvundur (1835-1910)
- Katharine Hepburn, sjónleikarinna (1907-2003)
- Gene Pitney, tónleikari og tónaskald (1940-2006)
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, hartford.gov
- Hartford, wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads


