Jákup á Borg

From Wikipedia, the free encyclopedia

Jákup á Borg
Remove ads

Jákup á Borg (føddur 26. oktober 1979) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari, sum í løtuni er venjari hjá B68 í Betrideildini, har hann hevur verið venjari síðani 2022. Áðrenn tað var hann venjari hjá B36 frá 2017 til 2020.

Thumb
Jákup á Borg

Hann hevur spælt 62 A-landsdystir fyri Føroyar og skotið 2 mál. Harumframt hevur hann spælt 5 dystir við U19- og 6 við U17-landsliðnum.

Jákup á Borg er uppvaksin í B36 og spældi har til 2003, tá hann flutti til Danmarkar og eitt skifti spældi við Odense BK. Síðan spældi hann við HB frá 2004 til 2008 og so aftur við B36 frá 2008 til 2016.

Umframt fótbóltin er Jákup íverkseti og vinnulívsmaður. Hann stovnaði og var í fleiri ár stjóri í Bilrøkt Archived 2023-04-01 at the Wayback Machine og eigur og rekur Limo Service Faroe Islands

Remove ads

Altjóða mál fyri Føroyar

Mál og úrslit, málini hjá Føroyum verða víst fyrst.
Meira kunning #, Dagur ...

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads