Jimmy Carter

From Wikipedia, the free encyclopedia

Jimmy Carter
Remove ads

James Earl "Jimmy" Carter, Jr. (føddur 1. oktober 1924 í Plains í Georgia í USA, deyður 29. desember 2024 sama stað) var amerikanskur politikari, og limur í Demokratiska flokkinum. Hann var amerikanskur guvernørur í deilstatinum Georgia frá 1971 til 1975 og 39. forseti í USA frá 1977 til 1981.[1][2] Í 2002 fekk hann friðarheiðursløn Nobels.[3]

Thumb
Jimmy Carter í 1977.

Í 1974 tók hann avgerð um at stilla upp til forsetavalið í 1976. Eftir Watergategøluna hjá Richard Nixon troyttaðust fólk av politikarum, og boðskapurin frá religiøsa Carter um ongantíð at lúgva fyri amerikanska fólkinum, varð væl mótikin. Carter var ikki afturvaldur á forsetavalinum í 1980, tá hann mátti lúta fyri republikanska Ronald Reagan, sum vann stórsigur. Ein stórmál undir forsetavalinum var gíslatøkan í Iran, har yvirgangsfólk høvdu tikið 52 gíslar á amerikonsku sendistovuni. Dagin eftir at Reagan varð innsettur sum forseti, 21. januar í 1981, vórðu gíslarnir lætnir leysir eftir 444 dagar sum gíslar.

Carter er tann amerikanski forsetin, sum hevur livað longst. Tað metið hevur hann havt, síðan George H. W. Bush andaðist í 2018, 94 ára gamal.

Remove ads

Ávísingar úteftir

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldutilfar

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads