Nema

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Nema er partafelag, ið bjóðar fjarskiftistænastur í Føroyum. Tá fyritøkan varð stovnað nevndist hon Kall. Fyrsti stjórin í Kall var Bjarni A. Bjarnason. Verandi stjóri er Gudny Langgaard.[1] Vodafone var høvuðsstuðul hjá bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum í trý ár, frá 2008 til og við 2011. Deildin var tá nevnd Vodafonedeildin.[2]

Søga

Eftir at Føroya Løgting hevði avtikið einkarættin á fjarskiftisøkinum í 1999, kundu onnur koma inn á marknaðin og kappast við táverandi Telefonverk Føroya Løgting (nú Føroya Tele).

Kall varð stovnað summarið 1999 av Ólavi Ellefsen, Ólavi Gregersen, Jónsveini Joensen og Terja Durhuus[3].

  • Í juni 2000 komu fíggjarligir íleggjarar uppí Kall, harímillum Framtaksgrunnur Føroya.
  • Í 2001 legði felagið Tele F saman við Kall.
  • Í juli 2005 seldu nakrir av táverandi eigarum av Kall - Framtaksgrunnur Føroya og Notio - sín partapening til Vodafone Ísland. Felagið kom soleiðis at eiga 82,1% av felagnum. Kall er nú dóttirfelag hjá Vodafone Ísland. Tað er íslendska felagið Dagsbrún, ið eigur Vodafone Ísland.
  • 29. mai 2008 varð navnið Kall slept, og felagið tók navnið Vodafone, sum er navnið á høvuðspartaeigaranum.
Remove ads

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads