2005
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
2005 (MMV) var eitt vanligt ár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein leygardagur. Árið er 2005. ár eftir Krist, fimta ár í triðja ártúsund, fimta árið í 21. øld og 5 árið í 2000-árunum.
Árstal |
2002 2003 2004 – 2005 – 2006 2007 2008 |
Áratíggju |
1990-árini – 2000-árini – 2010-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 30. januar - Fyrsta fría tingvalið verður hildið í Irak síðani 1958.
- 8. februar
- Fólkatingsval: Í Føroyum verða Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin størstu flokkar. Valdu tinglimirnir eru Høgni Hoydal fyri tjóðveldið og Anfinn Kallsberg fyri Fólkaflokkin.
Farmaskipið M/S Jökulfell søkkur 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.Eivør Pálsdóttir
- 9. februar
- Eivør Pálsdóttir verður kosin ársins føroyingur 2004. Grundgevingin er, at hon "á ein framúr positivan hátt hevur sett land okkara á heimskortið við vakra sangi sínum". (Eivor.com[deyð leinkja], ÚF, Portal.fo)
- Argja Róðrarfelag verður kosið av lesarunum hjá Dimmu at hava framt Ársins Ítróttabragd 2004 (Drekin.fo Archived 2016-03-04 at the Wayback Machine)
- Ein bilbumba brestur í Madrid, Spania. 40 fólk koma til skaða.
- 10. februar
- Norðurkorea boðar frá, at landið eigur kjarnorkuvápn at brúka til verju, tí landið følir seg hóttan av USA.
- Saudi Arabia heldur sítt fyrsta kommunuval. Bert menn hava valrætt.
- 3. mars - Millióningurin Steve Fossett brýtur heimsmetið fyri at flúgva skjótast runt um heimin uttan steðg.
- 9. apríl - Charles prinsur av Wales giftist Camillu Parker-Bowles.

- 19. apríl - Benadikt XVI verður pávi, eftir at Jóhannus Páll II pávi doyr fyrr í mánaðinum.
- 23. apríl - Fyrsta Youtube filmsbrotið verður lagt á heimasíðuna við sama navni klokkan 20.27.
- 26. apríl - Undir altjóða trýsti trekkir Sýria seg aftur úr Libanon eftir at hava hersett landið í 29 ár.
- 15. mai - Ein ferja, full av ferðafólki, hvølvur og søkkur í hvøssum vindi í Bangladesh. 200 fólk verða saknað.
- 17. mai - Kvinnur í Kuveit fáa valrætt av nýggjum.
- 20. juni - Margretha drotning legði grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju.
- 2. juli - Live8: 10 ymiskar konsertir verða hildnar í 10 ymiskum londum og sjónvarpaðar runt um heimin. Konsertirnar eru liður í átakinum "Make Poverty History".
- 7. juli - Terrorálopið í London 2005: Bumbur bresta í 3 tokum í Undirgrundini í London, og í einum bussi. 52 lata lív, og meir enn 700 fólk koma til skaða.
- 28. juli - IRA boðar frá at tey enda stríðið, sum felagskapurin hevur hildið uppi síðani 1969, og biður allar limir at leggja niður vápn síni.
- 22. august - Ein 4,1 kg tungur loftsteinur lendir í Simbabvi, og letur eftir seg eitt 150 millimetra stórt krater.
- 29. august - Ódnin Katrina herjar í USA, og hevur stóran skaða við sær. Í minsta lagi 1.836 lata lív av ódnini.
- 12. september - Hong Kong Disneyland Resort opnar í Hong Kong.
19. september - Norðurkorea gongur við til at gevast at framleiða kjarnorkuvápn.Angela Merkel í 2008. - 30. september - Jyllands-Posten printar óhóskandi tekningar av Muhammed.
- 1. oktober - Bumbur bresta á Bali í Indonesia. 26 fólk lata lív, og meir enn 100 fólk koma til skaða.
- 8. oktober - Jarðskjálvti rakar Kashmir umráðið í Suðurasia. 80 000 fólk lata lív.
- 19. oktober - Rættargongdin móti Saddam Hussein byrjar.
- 29. oktober - Bumbur bresta í indiska høvuðstaðnum Delhi. Í minsta lagi 61 fólk lata lív.
- 9. november - Í minsta lagi 50 fólk lata lív og meir enn 120 koma til skaða, tá ein røð av sjálvmorðsbumbum bresta í Jordan.
- 13. november - Onglendingurin Andrew Stimpson verður fyrsta skrásetta manneskja, ið verður frískt av HIV-virus
- 22. november - Angela Merkel verður fyrsti kvinnuligi kanslari Týsklands.
- 23. desember - Kjad lýsir við kríggi ímóti Sudan, eftir eitt álop, ið hevði við sær at 100 fólk lótu lív.
- 31. desember - Eitt eyka sekund, 23.59.60, verður lagt afturat klokkuni til at enda árið. Síðst hetta kom fyri, var tann 30. juni 1998.
Ítróttur
Fótbóltur
Remove ads
Føðingar
- 26. juni - Alexia prinsessa av Niðurlondum, dóttir Willem kong.
- 15. oktober - Christian prinsur av Danmark, sonur Fríðrik krúnprins.
- 3. desember - Sverre Magnus prinsur av Noregi, sonur Hákun krúnprins.
Andlát
7. februar - Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður og varastjóri í Føroya Realkredittstovni (f. 1932)Jóhannus Páll II pávi. - 20. februar - Sandra Dee, amerikonsk sjónleikarinna. (f. 1944)
- 2. apríl - Jóhannes Páll pávi II, (f. Karol Józef Wojtyła) (f. 1920)
- 6. apríl - Rainier III prinsur av Monako (f. 1923)
- 2. juni - Eyvindur Mohr, føroyskur listmálari (f. 1926).
- 1. juli - Luther Vandross, amerikasnkur R&B sangari (f. 1951)
- 7. september - Finnbogi Ísakson, føroyskur politikari (f. 1943).
- 20. september - Simon Wiesenthal, nazi-jagstari (f. 1908).
- 24. oktober - Rosa Parks, mannarættinda aktivistur. (f. 1913)
- 26. november - Ingálvur av Reyni, føroyskur listmálari (f. 1920).
- 25. desember - Birgit Nilsson, svensk operasongkvinna (f. 1918)
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads