Kristina Elin Thomsen
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Kristina Elin Thomsen (fødd 1998, úr Hvalba) er føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim. Enn er hon ov ung at svimja fyri Føroyar, (hetta er skrivað í mai 2012). Í 2012 gjørdist hon føroyameistari (fyri vaksin) í 50 metrar firvald,[1] í 200 metrum firvald[2] og í 100 metrum firvald.[3]
Lívsleið innan svimjing
FM 2013 í svimjing
Kristina Elin luttók á FM í svimjing 2013, har hon vann fleiri heiðursmerki og setti føroyskt juniormet í 200 firvald við tíðini 2:25.26 minuttir.
- Gull í 100 m firvald við tíðini 1:03.63[4]
- Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:47.15, sum var nýtt føroyskt met. Hinar 3 vóru: Guðrun Mortensen, Shaila millum Garðarnar og Tanja Skaalum[5]
- Silvur í 200 m firvald við tíðini 2:25.26, sum var føroyskt juniormet, vinnarinPoula Ø. Mohr setti nýtt føroyskt seniormet við tíðini 2:23.25 og tók harvið metið sum Elin Kristina setti í 2012.[6]
- Silvur í 100 m rygg við tíðini 1:03.88, kravtíðin til EJM fyri gentur føddar í 98 er 1.05.34.[7]
- Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:57.26, tíðin var undir føroyska metið, men Ægir kvinnurnar/genturnar svumu uppaftur skjótari og settu nýtt føroyskt met.[8]
- Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:26.34, tíðin var undir føroyska metið, men Ægir kvinnurnar/genturnar svumu uppaftur skjótari og settu nýtt føroyskt met.[9]
2012 - Setti føroysk senior met sum 13-ára gomul
Kristina Elin Thomsen hevur sett fýra føroysk senior met (sum sjálvandi eisini eru junior met) innan firvaldasvimjing. Á Ægirstevnuni í Klaksvík í februar 2012 setti hon met í 100 og 200 metrum firvald, og á Føroyameistarastevnuni í Havn í mai 2012 setti hon eisini met í 50 metrar firvald.
- 50 metar firvald á stuttbana við tíðini 27.67, metið setti hon 11. mai 2012
- 100 metar firvald á stuttbana við tíðini 1:03.44, metið setti hon 12. februar 2012
- 200 metar firvald á stuttbana við tíðini 2:25.36, metið setti hon 11. februar 2012
- 4x50 metrar frí við tíðini 1:47.37, metið setti hon saman við Guðrun Mortensen, Helena S. Sævarsdóttir og Shaila millum Garðarnar á Føroyameistarastevnuni í Havn 13. mai 2012
Ársins svimjari og ársins stjørnuskot 2012
Eftir føroyameistarastevnuna 2012 í Havn varð Kristina Elin Thomsen kosin Ársins Stjørnuskot og Ársins Svimjari.[10]
- 2012 - Ársins Svimjari
- 2012 - Ársins Stjørnuskot
Remove ads
Keldur
Slóðir úteftir
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads