London

From Wikipedia, the free encyclopedia

London
Remove ads

London er høvuðsstaður Stóra Bretlands, og hevur umleið 8 308 000 íbúgvar. Rómverjar bygdu London í 43 e.Kr.f. Stívliga 7,5 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í Evropa. Høvuðsstaðurin er ein av fíggjarligu og mentanarligu miðdeplunum í heiminum og er væl umtóktur ferðamannabýur. Hvørt ár koma fleiri milliónir fólk til London og fara til dømis í sjónleikarhús, á søvn og at síggja søguligar bygningar.

Skjót fakta Fullveldisríki, Land ...
Thumb
Ting í London við Big Ben

Ikki í nøkrum stórbýi í heiminum er so stórur gjaldoyrahandil sum í London. Í City of London ella "Square Mile", sum miðbýurin eisini verður nevndur, eru fleiri enn 500 bankar, og London er ein av fíggjarmiðdeplum heimsins. Atvoldin er lutvíst tann, at Stóra Bretland áður var heimsveldi, men meiri er, at London liggur væl fyri - mitt ímillum New York City í USA og Tokyo í Japan, sum eru hinir stóru fíggjarmiðdeplarnir í heiminum. Eisini hava teir vunnið sær serkunnleika, ið er bygdur upp, sum árini eru liðin.

Nógv fólk úr øllum heiminum flyta til Bretska høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið. Av tí at fólkatalið er so høgt, kann tað vera torført at fáa nakað at búgva í fyri ein hóskandi kostnað, og sum samstundis hevur góðar hentleikar og er væl hildið.

Mong máttmikil fleiritjóðafeløg hava høvuðsskrivstovu í London.

Remove ads

Hygg eisini at

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads