Malena Josephsen

From Wikipedia, the free encyclopedia

Malena Josephsen
Remove ads

Malena Josephsen (fødd 3. januar 1977) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við og spældi á føroyska kvinnulandsliðnum frá 2004 til 2015. Hon hevur spælt við KÍ síðan 1994. Hon hevur spælt 41 landsdystir og skorað tíggju mál fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Skjót fakta Persónlig kunning, Fult navn ...
Remove ads

Lívsleið sum landsliðsleikari

Malena Josephsen hevur spælt 41 A-landsdystir fyri Føroyar. Malena, Rannvá B. Andreasen, Randi Wardum spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska A-landsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Malena skoraði tað seinasta av teimum seks málunum.[2] Frá 2004 og fram til tann dystin hevði føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar høvdu leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir, uttan so at tað er móti einum liðið ið er limur í UEFA/FIFA.[3]

Remove ads

Keldur

Slóðir úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads