Memphis

From Wikipedia, the free encyclopedia

Memphis
Remove ads

Memphis er ein býur við Mississippiánna í Vestur-Tennessee. Yvir eitt longri tíðarskeið var Memphis tað fólkaríkasta øki í amerikanska lutstatinum við yvir 650 túsund íbúgvum, men nú er høvuðsstaðarøki Nashville vorðin størri.

Skjót fakta Flagg, Kort ...
Remove ads

Mentan

Memphis soul, Memphis blues, gospel og rock’n’roll hevur sín uppruna í Memphis. Tað var tann 8. januar 1935 at Elvis Presley varð borin í heim í fátæka heiminum hjá Vernon- og Gladys Presley – ein lítil smátta við tveimum rúmum - í Tupelo í Mississippi. Hann varð føddur í Mississippi, men flutti seinni til Tennessee at búgva. Mett verður at Elvis Presley hevur selt meira enn eina milliard fløgur, sum er meira enn nakar annar í tónleika søguni.

Thumb
Graceland.

Seinnapartin tann 16. august í 1977 small Elvis Presley um á baðiverilsinum hjá sær í Graceland í Memphis. Klokkan 15.30 lokala tíð váttaði lækni at Elvis Presley var deyður. 42 ára gamal. Eini 80.000 vóru við á jarðarferðini hjá Elvis, tá hann bleiv jarðaður á Forest Hill Cementery, har hann bleiv lagdur í grøvina undir liðini á móður síni. Í oktober sama ár bleiv kistan flutt til Graceland. Í Memphis savnast á hvørjum ári túsundatals fjepparar at minnast Elvis.

Remove ads

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads