Muhammad Ali

From Wikipedia, the free encyclopedia

Muhammad Ali
Remove ads

Muhammad Ali (føddur Cassius Marcellus Clay Jr.;[7] 17. januar 19423. juni 2016) var ein amerikanskur olympiskur ítróttarmaður, yrkisboksleikari og aktivistur. Hann er ein av kendastu ítróttarfólkum í 20. øld.

Skjót fakta Fødd(ur), Andaðist ...

Cassius Clay var føddur og uppvaksin í Louisville, Kentucky í USA. Hann byrjaði at venja amatørboksing tá ið hann var tólv ára gamal. Tá hann var átjan ára gamal, vann hann eina gullmedalju til olympisku leikirnar í Róm í 1960. Stutt eftir tað skifti hann átrúnað til islam. Tá Clay var 22 ár í 1964, vann hann tveir boksititlar frá Sonni Liston. Tað var tá at hann skifti navn frá Cassius Clay til Muhammad Ali, tí hann føldi at Cassius Clay var eitt "trælanavn".[8][9]

Í 1966, tvey ár aftaná at hava vunnið tungvektsbokstittulin frá Sonni Liston, forargaði Ali ta amerikonsku stjórnina við at nokta at skriva seg inn í tann amerikanska herin. Hann var ímóti amerikanska virkseminum í Vjetnam, og segði sín átrúnað vera orsøkina til avgerð sína.[8][10] Hann var seinni handtikin og funnin sekur í at mótsiga hernaðarskyldu. Eisini vóru bokstitlar hansara tiknir frá honum. Hann mótmælti fyri hægstarætti í USA, sum læt dómin falla í 1971.[11][12]

Ali er mettur at vera ein av bestu tungvektboksarum í 20. øld. Hann var seks ferði valdur sum "ársins nevaleikari" í blaðnum The Ring. Hann var valdur sum "Besti ítróttarmaður í 20. øld" av Sports Illustrated og BBC. Sjónvarpstøðin ESPN nevndi hann triðja besta ítróttarmann í 20. øld. Ali hevði eyknevnið "the Greatest" og var við í fleiri søguligum boksdystum.[13] Har ímillum kunna nevnast: Fight of the Century, Super Fight II, Thrilla in Manilla, og The Rumble in the Jungle, har hann bardist við George Foreman.

Í tí tíðini tá Ali bardist sum mest, var tað venjan at umboðsmenn boksarana tóku sær av at tosa við fjølmiðlar. Ali stórtreivst í kastljósinum, har hann ofta kundi vera ágangandi og margháttligur.[14][15] Hann var kendur fyri at útspilla mótstøðuleikaranar, og tosaði ofta skjótt, í rími, ella yrkingum. Hetta gjørdi hann eisini undir yrkisleið síni sum aktivistur.[16][17][18] Sum tónleikari tosaði Ali inn á tvær plátur og var við í einum rútmu/blues sangi. Hetta fekk hann tvær Grammy tilnevningar fyri.[18] Sum sjónleikari var hann við í fleiri filmum og einum Broadway songleiki. Ali skrivaði tvær sjálvsævisøgur, eina undir yrkisleið sínari sum boksari og eina aftaná.

Eftir at Ali gavst sum boksari í 1981, gav hann lív sítt til átrúnaðar- og góðgerðarstarvsemi. í 1984 greindist hann við Parkinsonsjúku, sum læknar hansara mettu, at var komið av skaða í heilanum, ið hann hevði mátt fingið undir starvi sínum sum boksari. Sum Ali fór versnandi av sjúkuni, minkaðu eisini tær almennu upptraðkaninar. Familja Ali tók sær av honum til deyða hansara í Arizona tann 3. juni 2016.

Remove ads

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads