Mumbai
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Mumbai (/mʊmˈbaɪ/; eisini kendur sum Bombay, ið var almenna navnið til 1995 er høvuðsstaður í indiska stakríkinum Maharashtra í Vesturindia. Í Mumbai býi búgva fleiri enn 12,5 mió. fólk, ið ger býin til størsta bý í India eftir fólkatalinum. Í stórbýarøkinum Mumbai búgva 18,5 milliónir, og um øll regiónin verður tald við, so kemur fólkatalið upp um 20 milliónir, ið ger Mumbai regiónina til ein av heimsins størstu stórbýum eftir fólkatalinum. Mumbai er ein týdningarmikil havnabýur. Býurin er á einari oyggj, upprunaliga tó á sjey oyggjum, ið nú eru bygdar saman. Mumbai liggur eystantil í India og hevur góða náttúruhavn. Býurin er eisini ríkasti býur í India. Uttan um býin eru stórar bummullarlundir, og í Mumbai eru fleiri spuna- og klædnavirki. Helmingurin av øllum fólkinum í Mumbai arbeiðir í klædnaídnaðinum.

Remove ads
Jarðfrøði
Frá byrjan lá Mumbai á sjey oyggjum, ið vóru bundnar saman við einum av teimum fyrstu stóru verkfrøðingaverkætlanunum, ið guvernøruin William Hornby skipaði fyri frá 1782til 1784. Í 1838 vóru allar oyggjarnar knýttar saman.
Veðurlag
Mumbai hevur tropiskt veðurlag. Ársmeðalhitin er knapt 27 °C. Lægsti skrásetti hitin í býnum er 7,4 °C frá 22. januar 1962. Hægst máldi hitin er 42 °C. Monsunregnið, ið er í tíðarskeiðnum juni - september, gevur ríkiligt av avfalli.
Remove ads
Búskapur
Mumbai er ein av týdningarmiklastu býum í India um hugt verður at búskapinum - 16 % av øllum inntøkuskatti og 35 % av øllum ognarskatti, ið verður goldin í India, verður goldin í Mumbai.
Søga
Tann fyrsta búsetingin í økinum, har ið Mumbai er í dag, fór fram umleið ár 600 f.Kr.. Økið hevði upprunaliga sjey oyggjar. Hesar hoyrdu til Maurya-ríkið í 3. øld f.Kr.. Tær sjey oyggjarnar vóru Bombay-oyggin, Parel, Mazagaon, Mahim, Colaba, Worli, og Old Woman's Island (eisini kend sum Lítla Colaba).[12]
Ítróttur
Krikket er tann best umtóktað ítróttargreinin í Mumbai. Fótbóltur er eisini væl dámt, og nógv fylgja við í ensku Premier League og FIFA World Cup.[13] Mumbai City FC umboðar býin í Indisku Super League. Tvey lið umboða býin í I-League, tey eru Mumbai FC[14] og Air-India.
Rugby verður spælt á Bombay Gymkhana frá juni til november.[15]
Hvørt ár í februar er Mumbai vertur fyri hestaríðikapping, ið verður hildið á Mahalaxmi Racecourse. Ein onnur ríðikapping fer eisini fram í býnum í februar, tað er Mcdowell's Derby, ið verður hildin hjá Turf Club í Mumbai.[16]
Remove ads
Kendir íbúgvar
- Sachin Tendulkar | Anish Kapoor | Rudyard Kipling | Bhownaggree | Bhimrao Ramji Ambedkar | Rajiv Gandhi | Zubin Mehta | Merle Oberon | Salman Rushdie | Terence Hanbury White | Freddie Mercury
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads
