Súni Olsen
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Súni Olsen (føddur 7. mars 1981) er ein føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum í løtuni (2012) spælir við B36 og á føroyska A-landsliðnum.

Lívsleið innan fótbólt
Á ungdómsárum spældi hann við GÍ. Í 2001-02 spældi hann við Niðurlendska PEC Zwolle. Frá 2002 til 2005 spældi hann aftur við GÍ. Frá 2005 til 2007 spældi hann við danska felagnum AaB. Í 2008 spældi hann fyrst við Viborg FF og síðan við B36. Í 2009-2010 spældi hann við Víkingi. Síðan 2011 hevur hann spælt við B36. Hann hevur til nú (12. sep. 2012) spælt 46 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað 4 (?) mál fyri landsliðið (Football.fo sigur 3 mál, enska Wikipedia sigur 4 mál).[1]
Remove ads
Altjóða mál
Keldur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads