Sundaferjan

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Sundaferjan var ein bilferja í Føroyum, sum sigldi frá 1969 til 1976 millum Oyri, Hvalvík, Hósvík og Selatrað. Bilferjan byrjaði at sigla hin 23. juni 1969.[1]

Søga

Gamla Sundaferjan varð bygd í Svendborg í 1954 og sigldi í 12 ár millum Svendborg og Vindby – tá undir navninum Fritz Juel. Á sumri í 1969 keypti reiðaríið Sundaferjan á Oyrabakka ferjuna, og hon var í Føroyum fram til 1976, tá ið hon aftur varð keypt til Danmarkar og røkti farleiðir har fram til 2001. Arkitekturin Nils Jeppe Hansen umbygdi í 2001 skipið til ein húsbát, sum er 350 fermetrar til støddar. Í 2013 keypti Thomas Blachman, ið m.a. er kendur sum dómari í sjónvarps tónleikakappingini X-factor, húsbátin til at brúka sum kreativan verkstað. Gamla Sundaferjan hevur nú adressu á Danneskiold-Samsøes Allé í Keypmannahavn.[2][3]

Remove ads

Slóðir úteftir

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads