Talvolympiadan 2014

From Wikipedia, the free encyclopedia

Remove ads

Tann 41. Talvolympiadan, varð fyriskipað av Fédération Internationale des Échecs (FIDE) og hevði ein opnan bólk og ein bólk fyri kvinnur. Í opna bólkinum kunnu bæði kyn luttaka, men oftast eru tað bert menn ið luttaka í opna bólkinum. Talvolympiadan 2014 fór fram í Tromsø, Noreg frá 1. – 14. august 2014.[1] Fyriskiparin var Chess Olympiad Tromsø 2014 AS ið stóð fyri kappingini vegna FIDE.

Skjót fakta 41. Talvolympiadan, Tíðarskeið ...
Remove ads

Úrslit

Thumb
Yu Yangyi úr Kina vann gull í einstaklingakappingini í opnu kappingini.
Meira kunning #, Land ...

Allar borð-virðislønir vórðu lætnar sambært performance ratings. Yu Yangyi á triðja borði hevði bestu performance av øllum telvarunum í kappingini:

  • Borð 1: Bulgaria Veselin Topalov 2872
  • Borð 2: Vietnam Nguyễn Ngọc Trường Sơn 2843
  • Borð 3: Fólkalýðveldið Kina Yu Yangyi 2912
  • Borð 4: Serbia Nikola Sedlak 2773
  • Eyka: USA Sam Shankland 2831
Remove ads

Føroyskir telvarar á Talv-OL 2014

Føroysku telvararnir ið luttóku fyri Føroyar á Talvolympiaduni 2014 vóru: IM Helgi Dam Ziska (2507), IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum.[2]

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads