Tintin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Tintin er teknirøð, sum eisini er gjørd til teknifilm og leikfilm. Franskmælti belgiski listamaðurin Georges Remi, sum brúkti skaldanavnið Hergé, skrivaði og teknaði teknirøðina um Tintin.
Høvuðspersónurin í teknirøðini er ungi tíðindamaðurin Tintin. Hann og hundurin Terri eru teir einastu, sum eru við í øllum søgunum. Á ferðum sínum runt heimin fær Tintin hjálp frá ymsum vinum sínum, sum eru afturvendandi í bókunum. Har ímillum eru Haddock kapteynur, løgreglumenninir Dupond og Dupont og Tournesol, professari, sum er eitt sindur av einum ørvitisknokki.
Remove ads
Upplivingar Tintins
Bara tvær av søgunum eru givnar út á føroyskum:
- Hin gátuføra stjørnan (10)
- Tignarstavur Ottokars (8)
Tintin í Norðurlondum
Danmark
Á donskum hava søgurnar verið í bløðunum Kong Kylie, Politiken, Fart og tempo, Se og Hør og Billed Bladet umframt at verða givnar út í bókum í fleiri umførum í tveimum umsetingum.
Fyrra umsetingin er eftir Jørgen Sonnergaard og varð upprunaliga givin út millum 1960 og 1989. Søgurnar eru givnar út í tilvildarligari raðfylgju, og í talvuni er nummarið sett í klombrum eftir heitið á søguni. Flestu skreytheftini í hesi røðini eru uppafturprentað fleiri ferðir, tey elstu umleið 18 ferðir.
Seinna umsetingin er eftir Niels Søndergaard og varð upprunaliga givin út millum 2005 og 2007 í innbundnum bókum uttan nummar á. Síðani er øll røðin eisini givin út í minni innbundnum bókum umleið 17 x 22½ cm, nevnd minicomics; henda røðin hevur rætta nummarið á rygginum. Frá 2011 og fram til 2019 varð nýggja umsetingin eisini givin út í teimum vanligu skreytheftunum, men uttan nummar á rygginum.
Noreg
Á norskum (bokmål) eru søgurnar eisini givnar út í fleiri umførum. Fyrstu ferð, í 1972, vórðu bara 4 søgur givnar út. Aðru ferð, 1978-1980, vórðu 11 søgur givnar út. Triðju ferð, 1984-1990, vórðu allar givnar út, bæði sum skreythefti og innbundnar. Í øllum trimum førum var raðfylgjan tilvildarlig, og nummarið er við í talvuni - fyrsta raðfylgjan í {tuborgklombrum}, onnur raðfylgja í [kantutum klombrum], og triðja raðfylgjan í 〈spískum klombrum〉.
Fjórðu ferð vórðu tær 23 fyrstu søgurnar givnar út í rættari raðfylgju í 8 bókum, sum bert kundu keypast saman í eini eskju. Hendan útgávan var nakað minni enn hinar útgávurnar.
Fimtu ferð, 2010-2012, vórðu allar 24 søgurnar givnar út í 12 bókum við tveimum søgum í hvørjari. Tíverri ikki í kronologiskari raðfylgju. Hendan útgávan er talmerkt (1a), (1b) o.s.fr. í vanligum (avrundaðum) klombrum.
Svøríki
Á svenskum komu 4 bøkur 1960-1962, sum Per Kellberg umsetti. Øll røðin kom út frá 1968 til 1977, hesu ferð vóru tað Karin og Allan B. Janzon, sum umsettu. Nýggjasta umsetingin er frá 2004-2005, og henni hevur Björn Wahlberg staðið fyri.
Ísland
Forlagið Fjölvi útgav flestu søgurnar á íslenskum frá 1971 til 1978 í tilvildarligari raðfylgju. Í talvuni er árstal sett eftir heitið á søguni. Flestu søgurnar hevur Loftur Guðmundsson týtt, nakrar hevur Þorsteinn Thorarensen týtt; tær eru endurprentaðar eina til fýra ferðir.
Tinni í Sovétríkjunum varð ikki útgivin fyrr enn í 2007 vegna politiska innihaldið, ið tóktist vera sera eymt evni í 1970- og 1980-árunum. Søguna hevur Björn Thorarensen týtt.
Í 2010 fór forlagið Iðunn at endurútgeva bøkurnar í minni stødd, umleið 16½ x 22½ cm.
Remove ads
Yvirlit yvir Tintin-bøkur og heiti teirra á norðurlandamálum
Filmsbøkurnar eru gjørdar eftir filmar, og Hergé hevur ikki verið við til at skriva ella tekna nakra av teimum. Greg skrivaði og Bob de Moor teknaði Tintin et le lac aux requins.
Einasta norðurlendska málið, sum Tintin et le oranges bleues er útgivin á, er íslendskt.
Remove ads
Tintin-filmar
Ísland
21 av teimum 24 bókunum vórðu útgivnar sum teknifilmar, og vórðu allir hesir filmar útgivinir, yvir 3 seriur, við íslenskari talu. Í vanligari talu verða teir kallaðir ""Tinnamyndirnar" (á føroyskum "Tintin filmarnir". Í fyrsta umfari, tá filmarin vórðu útgivnir í 1980-árunum var tað bert ein persónur, sjónleikarin Eggert Þorleifsson, sum tosaði fyri allar persónarnar í filmunum. Men mitt í 2000-árunum vórðu filmarnir endurútgivnir við fleiri røddum. Nakað sum var nógv umtalað, tí ættarliðið sum vaks upp við filmunum í 1980 og 1990-árunum, vildu meina at tað tók sjarmuna frá hesum klassisku teknifilmum, og at tað var óneyðugt at broyta nakað sum ikki var í ólagi.
Í 2011 kom biograffilmurin The Adventures of Tintin: The Secret of the Unicorn, Steven Spielberg leikstýrdi. Áskoðarar kundu velja um tey sóu filmin í biografunum á íslenskum ella enskum.
Remove ads
Ávísing úteftir
- Upplivingar Tintins á donsku ComicWiki
- Tintin á donsku ComicWiki
- Tintin Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine á skandinavisku Minetegneserier
- Tintin á svensku Seriewikin
- Tintin á íslensku myndasogur.is
- Svensk grein um Tintin-útgávur
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads
