Tjóðpallur Føroya

From Wikipedia, the free encyclopedia

Tjóðpallur Føroya
Remove ads

Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur, ið er skipaður við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn í 2004 og húsast í bygningi í Tórsgøtu í Havn. Tað er Jenny C. Petersen, ið er virkandi stjóri á Tjóðpalli Føroya.[1][2]

Thumb
Tórsgøta í Havn. Tjóðpallur Føroya er í gula bygninginum mitt á myndini.

Lóg um tjóðpallin

Tjóðpallurin skal (sambært lógini[3][4])

  • Í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk.
  • Geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist.
  • Tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra.
  • Skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum.
  • Fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.
Remove ads

Leikverk

Yvirlitið er ikki fullfíggjað

Leikverk 2014

Leikverk 2013

  • Keisarans nýggju klæðir, Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe hava gjørt ævintýrið hjá H.C. Andersen til leik og spæla allar

leiklutirnar.[5]

Leikverk 2012

  • Tak teg saman - ungdómsleikur/musical-lestur, framførdur í Perluni í oktober 2012[8] orsakað av at herverk var framt á Tjóðpallin. Tey leikandi: Beinta Clothier, Kjartan Hansen og Bartal Augustinussen. Leikritið er skrivað í 2007 av dananum Heinrich Christensen.[9]
  • Breaking the waves - frumframførdur á Tjóðpallinum 24. mars 2012.[10] Leikrit: Vivian Nielsen eftir filmshandriti hjá Lars von Trier, Peter Asmussen og David Pirie, týðing til føroyskt: Laura Joensen, leikstjórnað: Guðjón Pedersen. Høvuðsleiklutirnar sum Bess og Jan høvdu Beinta Clothier og Hjálmar Dam.[11]

Leikverk 2011

Leikverk 2010

  • Heimsins bestu jarðarferðir – sýningar á Tjóðpallinum og á turné – 27 sýningar og 1.782 áskoðarar[12]
  • Danny Crowe Show – 20 sýningar og 1.236 áskoðarar
  • Kirsiberjagarðurin – 30 sýningar og 2.472
  • Vatnið vinnur harðar hellur – 11 sýningar í Beitishúsinum og 623 áskoðarar
  • Brot úr leikinum Logi, logi eldur mín og hugleiðingar um Johannu Mariu Skylv Hansen – sýningar í Tórshavn og á Sandi - 4 sýningar – 250 áskoðarar

Tilsamans hava 92 sýningar verið og 6.363 áskoðarar. 57 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 41 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing. Tvey leikverk, sum vóru stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hava vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma: “Apan” 9 sýningar og leikbólkurin Grugg: “Goym moralin til seinni” 15 sýningar. Det Ferösche Compagnie fór undir venjingar av “Indberetninger fra en rejse i Færø”

Harumframt vóru 2 sýningar av gestaleikinum “Duvorna” frá Sjónleikaraskúlanum í Luleå, tónleikatiltøk o.l.

Leikverk 2009

  • Nordost – turné – 9 sýningar og 567 áskoðarar
  • Kvinnan í svørtum – 22 sýningar og 1.488 áskoðarar
  • Í Óðamansgarði – 2 sýningar á Þjóðleikhúsinum í Reykjavík
  • Postkort úr Havn – saman við Havnar Sjónleikarfelag – 16 sýningar og 1.200 áskoðarar
  • Aftaná Undrið – 28 sýningar og 2.061 áskoðarar, frumsýning 24. oktober 2009

Tilsamans hava 89 sýningar verið og 6.275 áskoðarar. 71 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 46 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing. Eitt leikverk, sum varð stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hevur vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma “Pietá” 16 sýningar – 792 áskoðarar.

Leikverk 2008

  • Eg eri mín egna kona – 20 sýningar og 1743 áskoðarar - Á Meiarínum, frumsýning 9. mars 2008
  • Café Grugg - 6 sýningar og 576 áskoðarar - Á Meiarínum
  • Nordost – 22 sýningar og 2093 áskoðarar - Á Meiarínum
  • Í Geyma – 18 sýningar og 2.538 áskoðarar - Í Norðurlandahúsinum

Tilsamans hava 69 sýningar verið og 7693 áskoðarar. 49 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 39 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2007

  • Søgan um ein soldát – turné – 10 sýningar og 1.003 áskoðarar
  • Náttarherbergið – 17 sýningar og 1.302 áskoðarar, á Meiarínum
  • Náttin áðrenn skógin – 19 sýningar og 656 áskoðarar
  • Café Grugg – 4 sýningar og 365 áskoðarar
  • Ferðsluálvurin Mórreyða – turné - 36 sýningar og 2.494 áskoðarar

53 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 37 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2006

  • Limbo (Margareta Garpe) – 22 sýningar og 1.547 áskoðarar, á Meiarínum
  • Í Óðamansgarði – 6 sýningar og 2.221 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum
  • Søgan um ein soldát – 1 sýning og 84 áskoðarar, Posthúskjallarin

Tilsamans hava 32 sýningar verið og 5.617 áskoðarar. 108 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 78 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2005

  • Momo – 30 sýningar og 2.554 áskoðarar, á Meiarínum, frumsýning 13. mars 2005
  • Sellofan – 26 sýningar og 2.502 áskoðarar, á Meiarínum
  • Ronja Ránsmansdóttir – 20 sýningar og 7.142 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum

Tilsamans hava 76 sýningar verið og 12.198 áskoðarar. 112 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 57 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing

Remove ads

Tilvísingar

Slóðir úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads