Ørðavík
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ørðavík (verður eisini stavað Øravík) er ein bygd í Suðuroy. Har búgva 44 fólk (2014). Ørðavík er partur av Tvøroyrar kommunu. Øravík er á eystursíðuni á Suðuroynni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru Fámjin, Hov og Trongisvágur. Fyri at koma til Fámjins, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Ørðavík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, Krambatangi, er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Ørðavík, í Øravíkarlíð. Eitt hotel er í Ørðavík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lótu aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa.[2] Summarhús verða eisini útleigað í Ørðavík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Ørðavík umframt seyð og gæs. Úr Ørðavík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til Hovs antin gjøgnum Hovstunnilin, sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla vegnum um Hovsegg sum gongur gjøgnum Tjaldavík og eftir Hovseggini. Ørðavík verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400.[3]