Í 20. øld, er árið 1988, tað árið, ið hevur flestar romenskar bókstavir (11).
1988 var eitt eyðkent á í byrjan internetsins. Hetta var árið fyrsti kendi telduvirusin spratt upp, betur kendur sum Internetormurin 1988. Fyrsta varandi leinkjan var gjørd ímillum USA (NSFNET) og Evropa (Nordunet). Somuleiðis var eisini fyrsta internetbaseraða kjatt protokollin, ið kallaðist Internet Relay Chat. Hugtakið "Heimsvevurin" var tosað um fyri fyrstu ferð í Evrpeisku granskanarnevndini fyri kjarnorku (CERN) Í 1988.
Sovjetsamveldið byrjar sína umfatandi umlegging til blandingsbúskap í byrjan 1988, og byrjar harvið at falla. Jarntjaldið byrjar at brotna niður í 1988, tá Ungarn loyvir fríari ferðing til vesturs.
13. januar - Forseti Kina, Chiang Ching-kuo andast, og varaforsetin, Lee Teng-hui gerst forseti.
15. januar - Ísraelskir løgreglumenn og palestinsk mótstøðufólk fara til hendurs í Jerusalem. Fleiri løgreglumenn, og í tað minsta 70 palestinar koma til skaða.
26. januar - Longst koyrandi Broadway leikur nakrantíð, Phantom of the Opera, hevur sína fyrstu sýning í New York býi.
17. februar - Bumba brestur uttanfyri First National Bank í Oshakati í Namibia. 27 lata lív og 70 taka skaða.
25. februar - Grunnlóg "Sætta lýðveldi Korea" verður sett í verk.
3. mars - Bretski politiski flokkurin, Liberal Democrats verður settur á stovn.
13. mars - Seikan tunnillin opnar fyri tokferðslu í Japan, og gerst heimsins longsti (58.85 km) og dýpsti undirsjávartunnil heilt til 2016.
16. mars - 3 menn lata lív og 70 taka skaða í einum byrsu og granatálopi í Belfast, Norðurírlandi. Álopið hendir í jarðaferð hjá trimum IRA limum, ið vóru dripnir á Gibraltar fyrr í mánaðinum.
17. mars - Avianca flogfar frá Kolumbia dettur niður í fjøllini tætt við venesuelanska markið, og hevur við sær at 143 lata lív.
18. mars - Tokyo Dome, kenda ítróttar- og baseballmiðstøðin í Tokyo opnar fyri almenninginum.
Kuwait Airways flogfar verður rænt ávegis frá Bangkok, Tailandi til Kuwait. Flogrænaranir krevja at 17 Shiite muslimskir fangar í Kuvait verða leyslatnir. Kuvait noktar, og hetta hevur við sær eitt 16 daga flográn, ið fevnir um 3 heimspartar. Tvey ferðafólk lata lív áðrenn ránið endar.
10. - 14. juni - 100.000 mótstøðufólk byrja at syngja um kvøldanar í Tallin í Estlandi. Mótstøðugongan fær navnið "Syngjandi Kollveltingin".
11. juni - Stór konsert verður hildin á Wembley Stadium í London, til heiðurs 70 ára føðingardegi fongslaða Nelson Mandela.
14. juni - Eldur tekur seg upp í Montana beint norðanfyri mark tjóðgarðsins Yellowstone Park. Hetta hevur við sær at umleið 3.000 km2 , ella umleið 35% av garðinum brennur, áðrenn sløkkiliðsfólk fær tamarhald á eldinum seint í september.
23. juni - NASA vísindamaðurin James Hansen boðar amerikanska senatinum frá, at menniskjagjørd upphiting av øllum jarðarknøttinum (global warming) er byrjað.
Piper Alpha boripallurin í Norðsjónum verður oyðilagdur av eldsbruna og spreingingum. Hetta hevur við sær at 165 oljuvinnandi og 2 bjargingarfólk lata lív. 61 starvsfólk yvirliva vanlukkuna.
Sjúkrahúsrusk skolar upp á strendur New York, harímillum sproytur við møguligari AIDS smittu. Seinni verða eisini funnið sjúkrahúsrusk á strondum Coney Island, Brooklyn og í New Jersea. Hetta hevur við sær at fleiri strendur New York verða lukkaðar fyri almenninginum mitt í heitasta skrásetta sumri í Norðeysturamerika.
31. juli - 32 fólk lata lív, og 1.674 taka skaða tá ein brúgv í ferjuterminalinum Sultan Abdul Halim fellur í Butterworth í Malaisia.
8. august - 8888 uppreisturin: Fleiri túsund mótstøðufólk verða dripin í Burma, nú Myanmar, í eini mótstøðugongu í móti stjórnini.
20. august - Iran-Irak kríggið endar. Mett verður at umleið ein millión mans hava latið lív í krígnum.
21. august - Nepal-India markið verður rakt av hørðum jarðskjálvta, ímillum 709 og 1.450 fólk lata lív, og fleiri túsund taka skaða.
25. august - Eldur tekur seg upp í Lisboa í Portugal, og oyðileggur part av elsta parti býarins.
26. august - "Terminal maðurin" Mehran Karimi Nasseri avger at vera verandi á franska De Gaulle flogvøllinum í París. Hann verður verandi har til 1. august2006.
28. august - 75 fólk lata lív, og 346 taka skaða, tá trý krígsflogfør smella saman, og eitt teirra dettur niður á áskoðaranar, í einari flogsýning í Týsklandi.
Ófriður tekur seg upp í Alger í Algeria ímóti stjórnini. Tann 10. oktober hava 500 fólk latið lív í ófriðinum.
Kilianski einaræðisharrin Augusto Pinochet missir valdið í Kili. Hann kemur aftur til valdið í 1990.
19. oktober - Stóra Bretland bannar allar útvarps- og sjónvarpssamrøður við IRA limir. BBC sleppir sær undan regluni við at nýta sjónleikarar í samrøðunum.
27. oktober - Ronald Reagan avger at bróta niður amerikonsku sendistovuni í Moskva, orsakað av tólum til avlurtan, ið finnast í strukturi bygningsins.
30. oktober - Ayrton Senna gerst Formula 1 vinnari fyri fyrstu ferð, tá hann vinnur kappingina 1988 Japanese Grand Prix.
2. november - Fyrsti telduvirusin, Morris ormurin, ið er skrivaður av Robert Tappan Morris, verður sendur frá Massachusetts Institute of Technology í USA.
Forsetaval í USA: George H. W. Bush verður valdur framum Michael Dukakis. Bush gerst samstundis fyrsti sitandi varaforseti, ið verður valdur til forseta í USA.
13. november - Mulugeta Seraw, etiopskur løgfrøðilesandi í Portland í Oregon, verður sligin til deyða av limum Neo-Nazi bólksins East Side White Pride.
21. november - Ted Turner keypir Jim Crockett Promotions, og broytir tað til World Championship Wrestling (WCW).
23. november - Fyrrverandi forseti Suðurkorea, Chun Doo-hwan, biður opinberliga um umbering fyri spillingu hansara, imeðan hann sat sum forseti, og boðar frá at hann fer í útlegd.
Pan-Am flogfar dettur niður yvir skotska býin Lockerbie, tá ein bumba brestur umborð. 259 ferðafólk og starvsfólk umborð umframt 11 fólk, sum eru niðri á landjørðini, lata lív.
Kolandi ódn herjar í Føroyum og ger stóran skaða kring alt landið. Ódnin verður kend sum "Jólaódnin í '88". Í desember2013 vísir Kringvarpið eina sending um Jólaódnina frá 1988, har tey vísa myndir og filmsbrot frá ódnini. Tosað er eisni við fólk, ið hevði mist hús teirra, bæði tá og 25 ár seinni.
Ókendar dagsetningar
TAT-8, fyrsti transatlantiski telefon kápulin, ið nýtir ljósleiðarar, verður liðugur. Hetta hevur við sær støðugari samband ímillum amerikanska og evropeiska internetið.
Nær árskiftinum verður tað fyrsta ordiliga og opinbera internet sambandið, tá samband fæst ímillum Princeton, New Jersey og Stokkhólm í Svøríki.
Tim Berners-Lee tosar um ætlanir sínar, sum enda við at gerast heimsvevurin (world wide web), tá honn tosar í CERN.
Hitabylgja í USA hevur við sær ímillum 4.800 og 17.000 mans lata lív, og fleiri økir brend í hitanum.
Sum Sovjetsamveldið byrjar at fella, veksur russiska mafian.
The Communist Party of Britain verður sett á stovn í Stóra Bretlandi.